Hagstovan:
- Hjarta-og æðrasjúkur vóru 42% av deyðaorsøkunum við aldarskiftið — nú eru tær 25%
- Krabbamein var 24% av deyðaorsøkunum við aldarskiftið — nú er tað óbroytt 24%
- Allar aðrar deyðaorsakir tá vóru 35% — nú eru tær 51%
Nýggjastu tølini um deyðaorsakir (frá 2021) vísa, at áður stóri munurin millum kynini er minkaður nógv. Í tali doyggja nakað fleiri mannfólk enn konufólk bæði av krabbameini og hjarta- og æðrasjúkum — men roknað í mun til fólkatalið er lítil og ongin munur millum kynini, sum tað sæst í myndini um deyðatíttleikan seinni í greinini.
Kelda: Hagstova FøroyapersónarDeyðaorsakir, sjúkubólkar og kyn 2021MannfólkKonufólkÍgerðarsjúkurog smittandisjúkurSjúkur ínervalagnumSjúkur íandaleiðiniVanlukkurKrabbameinHjarta- ogæðrasjúkurAnnað0255075
Eitt er, at livialdurin framhaldandi økist. Í ár 2000 var væntaði miðal livialdurin hjá nýføddum dreingjabarni 77,4 ár - nú er hann 81,3 ár, ið er næstan 4 ár longri. Hjá gentubarni var væntaði livialdurin 83,6 ár í ár 2000 og nú er hann 85,4 ár, ið er næstan 2 ár longri. Munurin í væntaðum livialdri hjá dreingjabarni og gentubarni er sostatt styttur nógv hetta tíðarskeiðið. Øktur livialdur merkir m.a., at talið av eldri og gomlum fólki framhaldandi kemur at vaksa og harvið eisini deyðatíttleikin.
Broytingar eru eisini hendar í teimum orsøkum, vit doyggja av. Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum, sum var mest vanliga høvuðsatvoldin. Hjá mannfólki er tað nú javnt millum krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur, sum eru vanligastu deyðaorsakirnar. Orsøkin er, at talið av teimum, sum doyggja av hjarta- og æðrasjúkum er minkað við einum fjórðingi, meðan deyðatalið av krabbameini er vaksið nakað, bæði hjá mannfólki og konufólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald