2022-10-20 11:54
Tað er rættiliga avgerandi, at eingin fólkafloksveljari situr heima valdagin, tí valið kann blíva tætt. Latið okkum sláa ring um Fólkaflokkin. Hann hevur enn sum áður besta politikkin.
Míni mál á Fólkatingi fara at verða hesi:
- Røkja føroysk áhugamál í samstarvi á Fólkatingi og við Føroya Løgting.
- Betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Danmark við m.a. lættari atgongd til bústað.
- Betra um umstøðurnar hjá sjúklingum, ið verða sendir til Danmarkar.
- Bøta um og stytta um viðgerðartíðina og bøta um sjúklingatrygdina.
- Arbeiða fram ímóti at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum.
- Arbeiða ímóti at yvirtaka íleggingargrunnin.
Halda vakið eyga við øllum fólkatingsmálum, ið kunnu ávirka Føroyar, óheft av donskum flokkum, men hjá mær verður tað altíð í samljóði við tær borgarligu hugsjónirnar.
- Nei til ES limaskap, men ja til fríhandil við ES.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Tín sterka rødd til fólkatingið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald