Politikkur

Hevur Landsverk gloymt Sundalagið

Alt er gott, infrakervið í Føroyum verður útbygt, og ein tunnil fyri og annar eftir verða sprongdir ígjøgnum.

2022-02-16 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tó tykist deyðsfellan í Sundalagnum onga raðfesting hava yvirhøvur. Fakta er, at hóast Eysturoyartunnilin er komin, so ferðast nógvir bilar enn eftir hesi farleiðini.

Í 2017 var kommunan alment frammi og játtaði at verða ein viðspælari, men tað tykist sum landið bert ynskir at raðfesta lægri tunnilsgjøld, hægri vektgjøld og fleiri tunnlar.
Tá eitt ferðsluóhapp hendir við Streymin, so er alt á gosi, men enn er man ikki komin víðari, og tí kemur her við enn ein almenn áheitan á Landsverk og landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Latið okkum koma til borðið umgangandi og fáa eina varandi og trygga farleið fyri alt fólkið, áðrenn næsta óhappið hendir við Streymin.
Eyðstein Zachariasen
Varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini
Sunda Kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder