Lagið á luttakarunum var avbera gott, og tað var beinanvegin greitt, at hetta er eitt tiltak, sum eigur at verða endurtikið. Frøin var tí stór, tá ið fyriskipararnir seinnapartin boðaðu frá, at TONIK verður aftur 3. mai 2024.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, setti dagin. Í røðu síni legði hann stóran dent á, hvussu TONIK sameinir list og tøkni við leikandi kørmum, sum eggja til at skapa nýggj sambond og at síggja nýggjar møguleikar.
Í Føroyum ber sera væl til at sameina list og tøkni, hugvísind, náttúruvísind og íverksetan, tí okkara land er so fjøltáttað og kortini tætt og samanbundið. Tað er eisini tí, at vit í Føroyum so lættliga kunnu menna allar hugsandi kt-loysnir til okkum sjálvs og til allan heimin.
Aðrir røðarar søgdu frá, hvussu heimurin er broyttur, og at tað er vorðið alt vanligari, serliga í kt-fyritøkum, at starvsfólkini arbeiða og búgva ymsa staðni kring um í heiminum, og at tey ikki longur eru bundin at, hvar fyritøkan hevur skrivstovur.
Tí ber nú betur til enn nakrantíð áður at stovna fyritøku og at arbeiða í altjóða kt-vinnuni og vera búsitandi í Føroyum.
Í Føroyum eru eisini fleiri fyritøkur, sum menna kt-loysnir til altjóða marknaðin. Almennu talgildu loysnirnar, sum Talgildu Føroyar hava staðið fyri, og sum føroyskir veitarar hava ment, eru somuleiðis frálík avrik, sum vísa, hvat føroyska kt-vinnan megnar.
TONIK styrkir føroyska kt- og listaumhvørvið og vísir útheiminum, hvat rørir seg og hvat ber til í Føroyum. Føroysku loysnirnar hava uppiborið at vaksa út í heim, og TONIK kann gerast ein týðandi liður í hesum. Eg vil takka TONIK toyminum fyri frálíka tiltakið og góðu fyriskipanina, og fegnist um at kunna boða frá, at Export Faroe Islands eisini verður við á TONIK 3. mai 2023, sigur Høgni Hoydal at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald