Veðrið

Hesir vegir verða stongdir í kvøld frá klokkan 21:00

Tjørnuvíkarvegurin, Elduvíkarvegurin, Syrðadalsvegurin, Gjáarvegurin

2022-12-19 19:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

GEV GÆTUR: Stórur vandi er enn fyri áarlopi í støðum kring landið.
Øll óneyðug koyring til Syrðadals á Streymoynni, á Kallsoynni, til Elduvíkar, eftir Gjáarvegnum og til Tjørnuvíkar verður frárádd
Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og mugu bilførarar vísa størsta varsemi.
Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í allan dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder