Fríggjadagin 10. juni verður landsstevna í Skúlaleikum.
Eftir 8 sera væleydnaðar undanstevnur fyri 4. og 5. flokkum kring landið, har fleiri enn 1100 næmingar hava upplivað ein stuttligan ítróttadag við felagsskapi og rørslugleði, hava vit nú funnið teir 15 flokkarnar og 300 børnini, sum skulu umboða tey fimm økini til landsstevnuna.
4. flokkar:
Blá: Løgmannabreyt
Grøn: Kollafjarðar skúli og Santa Frants skúli (B)
Myrkablá: Skúlatrøð (B) og Skúlin í Eysturkommunu (A)
Reyð: Vestmanna Skúli og Skúlin við Løkin B
Grá: Porkeris skúli
5. flokkar:
Blá: Løgmannabreyt
Grøn: Eysturskúlin B
Myrkablá: Skúlatrøð (A) og Skúlin í Eysturkommunu (B)
Reyð: Vestmanna og Skála skúli
Grá: Vágsskúli
Skrá fyri landsstevnuna:
Vit byrja øll kl. 9.30 í Høllini á Hálsi, har vit hita upp saman. Síðani fara næmingarnir at spæla badminton og flogbørn í Høllin á Hálsi. Frælsur ítróttur verður á Tórsbreyt og innirógving verður í Gundadalshøllini. Øll savnast aftur í Høllini á Hálsi kl. 13.30, og tá finna vit teir báðar flokkarnar, sum gerast ársis Skúlaleikaflokkar í ávíkavist 4. flokki og 5. flokki 2022.
Sverri Sandberg Nielsen kemur at vitja
Eins og til undanstevnurnar snýr dagurin seg um nógv meira enn ítróttagreinarnar. Ti Skúlaleikir snúgva seg fyrst og fremst um felagsskap og rørslugleði fyri øll.
Vit seta tónleikin frá, hita upp saman, venja hepp heppa á hvønn annan, og so fáa vit eisini forkunnuga vitjan.
Sverri Sandberg Nielsen verður við á degnum, og næmingar sleppa sjálvandi at seta Sverra spurningar og at taka myndir saman við einum av okkara fremstu íðkarum.
Dagurin endar við, at vit finna teir flokkar, sum gerast vinnara av landsstevnuni í Skúlaleikum 2022.
Avgerð er longu tikin um, at Skúlaleikir verða bjóðaðir út aftur komandi skúlaár, og tá bjóða vit aftur 4. og 5. flokkunum og so verða 6. flokkarnir eisini bodnir við. Hesi sleppa at royna seg í kurvabólti og rørslumegi.
Les meira á www.skulaleikir.fo og á okkara Facebook síðu: facebook.com/skulaleikir
Betri stuðlar Skúlaleikum, sum er samskipað av Ítróttasambandi Føroya í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, Føroya Kommunufelag, Fróðskaparsetur Føroya og Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald