Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu vera, ið Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan í EM-undankappingardystinum móti Moldova, sum verður á Zimbru Stadion í Chisinau í kvøld klokkan 21:45 lokala tíð, sum er klokan 19:45 í Føroyum.
Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna René Shaki Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Á miðvøllinum frá byrjan vera Mads Boe Mikkelsen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen og Meinhard Egilsson Olsen, og fremstir vera Klæmint Andrasson Olsen og Patrik Johannesen.
Á bonkinum sita Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Gilli Rólantsson Sørensen, Hanus Sørensen, Daniel Johansen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Noah Hans Mneney, Ári Mohr Jónsson, Stefan Radosavljevic, Páll Andrasson Klettskarð og Pætur Petersen.
Hini londini í okkara bólki eru Albania, Kekkia og Pólland. Og samstundis sum Moldova og Føroyar fara at stríðast Zimbru Stadion, bresta Kekkia og Pólland saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald