2022-10-23 19:00
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Kappingarárið hjá 07 Vestur endaði í gjár hjá bæði monnum og kvinnum.
Ársveitslan hjá felagnum var í bygdarhúsinum í Miðvági í gjárskvøldið.
07 Vestur heiðrar vanliga ársins bestu leikarar og stjørnuskot í felagnum, og tað bleiv var eisini gjørt á ársveitsluni í gjár.
Ársins stjørnuskot hjá kvinnum er 16 ára gamla Lisa Haraldsen.
Ársins stjørnuskot hjá monnum er 19 ára gamli Ari í Haraldstovu Petersen. Ari vann sær fast pláss í málinum miðskeiðis í kappingarárinum.
Ársins leikari hjá kvinnum er Evelin Mastropasqua.
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald