Annað

Hertha J. Simonsen sett sum leiðari fyri Sóljugarð

Vága kommuna hevur í dag sett Herthu J. Simonsen í starv sum leiðari fyri Sóljugarð.

2026-03-26 15:51 Author image
Vága kommuna
placeholder

Hertha er 46 ára gomul. Hon hevur tikið útbúgving sum námsfrøðingur í 2011 og yrkisútbúgving innan handil í 2005. Harumframt hevur hon tikið eftirútbúgving innan dagstovnaleiðslu í 2024 og sum motorikvegleiðari í 2025.

Hertha hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan dagstovnaøkið. Hon hevur starvast dagstovnaøkinum, bæði sum námsfrøðingur og stovuleiðari frá 2011 til 2025. Seinasta árið hevur hon starvast sum varaleiðari í Sóljugarði. Hon kennir sostatt leiðsluleiklutin væl, eins og hon eisini kennir barnagarðsøkið frá botninum og upp.

Gjøgnum sítt arbeiði hevur hon fingið eitt breitt innlit í, hvussu stovnar verða bygdir upp fakliga og trivnaðarliga. Eisini hevur hon fingið góðar royndir við at taka ábyrgd, skapa yvirlit og vera ein stuðlandi partur av samstarvinum við starvsfólkini.

Hertha hevur eitt sterkt fakligt grundarlag og stóran áhuga fyri at arbeiða við børnum, familjum og at menna dagstovnaøkið í Vága kommunu.

Hon tekur við starvinum 1. apríl 2026.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder