Vinna

Herjólfur III klárur at sigla

Seint seinnapartin í gjár fekk Herjólfur III endaliga siglingarloyvið og kundi sostatt fara undir royndarsigling nakað eftir nátturða.

2022-08-18 09:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SSL skrivar:

Beint eftir at Smyril var farin av Havnini seint í gjárkvøldið, legði Herjólfur at bryggju undir havnaskrivstovuni og fór síðani undir farstøðina at liggja fyri náttina. Royndirnar við nýggju rampuni umborð vístu seg at rigga væl til rampurnar í Havnini. 

Eftir ætlan loysir Herjólfur um 6 - tíðina í morgun og siglir suður á Krambatanga. Har skulu seinastu fyrireikingarnar gerast, áðrenn skipið fer í sigling leygardagin.

Endaliga ferðafólkaloyvið frá føroyska sjóvinnustýrinum er til 385 ferðafólk, ið er nakað minni enn í upprunaliga ferðafólkaloyvinum úr Íslandi. Orsøkin er millum annað, at pláss skal vera fyri 2 manningum umborð, so skipið kann røkja náttarsigling. 

Bílegg pláss frammanundan og spar tíð og pening

Eins og á Sandoyarleiðini, ber nú til at bíleggja pláss til akfør og ferðafólk umborð á Herjólfi. Tey sum hava ella stovna sær ein vanga, fáa 15% í avslátri fyri ferðafólk og persónbilar.

Eisini verður bíðitíðin munandi minni, um tú hevur bílagt tær pláss frammanundan og tí eisini tryggja tær eitt pláss. Les meira um bílegging og vegleiðingar her

Akfør við plássbílegging hava eisini framíhjárætt at sleppa við umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder