Í seinastu sendingini av Búskapur & Vinna var sjóneykan sett á føroysku byggivinnuna, sum seinnu árini í størri mun hevur gagnnýtt atgongd til útlendska arbeiðsmegi at troyta vakstrarmøguleikar.
Stórir mentanarmunir eru millum føroyingar og eitt nú póllendingar og rumenar, sum flestu útlendsku handverkararnir eru. Hesi mentanarmunir kunnu geva leiðarum avbjóðingar í gerandisdegnum við at samskipa og motivera starvsfólkini, men sambært Hera Kjærbo skumpar hetta eisini okkum út úr okkara ‘comfort zone’. Hetta greiddi hann frá sum gestur í sendingini Búskapur & Vinna á Rás 1 í Televarpinum.
Byggivinnan er nógv ávirka av búskapinum
At tað er eitt greitt samband millum búskaparsveiggini og gongdina í byggivinnuni kann staðfestast í almennu hagtølunum frá Hagstovuni. Samlaðu roknskaparúrslitini sveiggja við upp- og niðurgongd í búskapinum, soleiðis hevði byggivinnan samlað sæð eitt hall í 2010 í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni. Eisini sveiggjar talið av løntakarum í byggivinnuni meira enn í restina av búskapinum.
Grafarnir vísa vísitøl fyri gongdina í samlaða løntakaratalinum og fyri byggivinnuna (vinstra ás) saman við eini samanteljing av samlaðu roknskaparúrslitunum í byggivinnuni (høgra ás). Kelda: Hagstova Føroya
Tíggjundi hvør handverkari er útlendingur
Frá at hava verið áleið 2% av starvsfólkatalinum í nógv, øktist parturin árini 2015-2017 til 4%. Síðani tók parturin av útlendingum aftur eitt lop upp á 8-9% vaksandi til 11%, áðrenn korona rakti í mars 2020. Eftirfylgjandi hevur parturin av útlendingum stabilisera seg umleið 8-9%.
Talið av útlendingum roknað sum prosent av samlaða løntakaratalinum í byggivinnuni. Kelda: Hagstova Føroya.
Hjá Articon var fjórði hvør løntakari útlendingur, tá talið av útlendingum toppaði áðrenn korona rakti. Síðani er parturin av útlendskum handverkarum lækkaður niður á 9% fyri síðani at vaksa aftur. Sostatt er størsti parturin av útlendsku handverkarum í starvi hjá størstu føroysku byggifyritøkuni.
Fast-track skipanin avmarkaðan týdning higartil
Sonevnda “fast-track” skipanin bleiv í fjørheyst sett í verk við tí endamálið at gera tað lagaligari hjá føroyskum fyritøkum at fáa hendur á útlendskari arbeiðsmegi uttanfyri ES.
Heri Kjærbo lýsir avmarkaða týdningin fyri byggivinnuna:
“Vit hava valt at fara í gongd við fast-track skipanina bara fyri at prøva hana av, at vita hvussu hon virkar í praksis, tí tað er ikki líkamikið hvussu langa tíð tað tekur at seta fólk í starv. Tá vit higartil hava brúkt skipanina við at ES-borgarar í starv, hevur tað verið ein sera góð skipan, har tey nærmast frá dag 1 av hava kunna fari til arbeiðis. Sjálvandi kunnu koma avbjóðingar við at fáa nokk av starvsfólkum úr ES. Og tá kann fast-track skipanin koma okkum til góðar, men vit hava ikki brúkt hana so nógv, tí vit hava megnað at fingið tey starvsfólkini úr ES, ið vit hava havt tørv á. Harnæst passa fakligu førleikarnir hjá teimum innan byggivinnuna í Evropa væl betri til okkara byggistíl enn, um vit fóru til Afrika ella Asia eftir fólki.”
Almennu løntakarahagtølini hjá Hagstovuni staðfesta hetta sama, tá bert 8 av teimum sløkum 2400 løntakarunum í byggivinnuni í apríl í ár vóru úr londum uttanfyri Evropa, t.e. 0,3%. Til samanberingar er talið av løntakarum í hotell- og matstovuvinnuni úr londum uttanfyri Evropa nærum tvífalda frá áleið 60 fyri einum ári síðani til 110 í apríl í ár. Hetta svarar til 12% av teimum 930 løntakarunum í hesi vinnugrein.
Útlendsku handverkararnir skumpa okkum
Hvussu megna vit sum samfelag og arbeiðsmarknaður okkara at taka ímóti útlendingum?
“Vit føroyingar hava verið sera dugnaligir til at fara út í útheimin við okkara førleikum, men vit hava ikki tær heilt stóru royndirnar við at taka ímóti útlendskum starvsfólkum her”, svaraði Heri. “Ein partur av tí føroyska samfelagnum er ikki ordiliga geara til at fara inn í tvørmentanarligt samstarv. Bara tað at tosa eitt annað mál kann vera ein forðing. Tey fyrstu árini – og lutvíst enn í dag – hava tað verið stórar avbjóðingar, tí alt samskifti frá myndugleikum er á føroyskum og gjørt til føroysk viðurskifti. Men tá tað er sagt, hava starvsfólkini hjá almennu myndugleikunum verið óvanliga dugnalig til at samskifta og vísa vilja til at fáa hetta at virka.
Vit hava í samstarvi við myndugleikarnar syrgt fyri nøktandi kunning um eitt nú skattlig viðurskifti, har umboð fyri TAKS hava verið við til kunningartiltøk fyri nýggjum útlendskum starvsfólkum.”
Eisini innanhýsis skumpa útlendsku handverkararnir undir leiðsluna í byggifyritøkunum, tá útlendingarnir til tíðir hava verið fjórða hvørt starvsfólk:
“Sjálvandi skapir tað nakrar avbjóðingar fyri leiðsluna at taka ímóti starvsfólkum frá øðrum mentanum, men tað gevur eisini møguleikar” leggur Heri Kjærbo dent á. “Tí har sum fólk verða tvungin at fara úr síni tryggu sonu, har læra vit øgiliga nógv, og tað skapar eisini støður, har fólk heldur síggja møguleikar og velja tað fram um forðingar, tá uppgávur skulu loysast og avgreiðast. Eg haldi, at okkara starvsfólk og leiðarar hava verið sera dugnalig at taka ímóti teimum og fáa tingini at virka.
Eg minnist, at vit í fyrstuni høvdu onkrar støður, har starvsfólk okkara dugdu ikki enskt mál, meðan útlendingarnir jú heldur ikki dugdu føroyskt, tá vóru hesir eitt sindur stúrin um, hvussu tað heila fór at ganga. Men teir sýndu dirvi og fóru bara undir uppgávuna við at leiða og samskipa samstarvið við útlendsku starvsfelagarnar, har teir samskifta við armum og fingrateknum at byrja við. Og tað loysti seg at hava dirvi, tí teir fingu nakrar succésir, sum aftur góvu teimum mót upp á meira. Í dag er Articon eitt tvørmentanarligt arbeiðspláss við teim møguleikum og avbjóðingum, ið fylgja við.”
Rumenar og póllendingar fylla mest í byggivinnuni
Í samrøðuni greiddi Heri Kjærbo eisini frá, at hjá teimum eru tað einamest handverkarar úr Póllandi og Rumenia, sum manna tey mongu størvini hjá útlendingum í byggivinnuni.
“Hóast bæði Pólland og Rumenia liggja í Eysturevropa, so er talan um rættiliga ymiskar mentanir og søguligar bakgrundir, tí skulu hesi starvsfólk eisini handfarast ymiskt í móttøkuni til Føroyar” greiddi Heri frá. “Fyri at kortleggja hesar mentanarmunir hava vit sum fyritøka eisini fingið professionella hjálp frá ráðgevum, umframt at eg sjálvur havi drúgvar arbeiðsroyndir frá útlondum. Tilsamans hevur tað givið okkum nøkur amboð til at handfara hendan ymiskleika. Harvið brúka vit tíð til at spyrja inn til mentanina hjá nýggju útlendsku starvsfólkunum og greiða frá mentan okkara. Til dømis kann vera munur á, hvussu ymsu mentanirnar síggja upp á tign. Í Rumenia og Póllandi hevur starvsheiti til dømis stóran týdning fyri tignina, sum viðkomandi fær. Í Føroyum sigur starvsheiti ikki so nógv, meðan her er tað meira mátin tú útførir arbeiði, sum avger tignina.”
Er talan um at vísa tolsemi mótvegis øðrvísi mentanum?
“Ja, tað sum er avgerandi, at vit ikki bert tosa um tolsemi, men at vit vísa tað í verki”, sigur Heri í samrøðuni. “Við at brúka hesi amboð til at skilja hvønn annan menna vit leiðarar og starvsfólk okkara til at skilja útlendsku starvsfólkini og tey okkum.”
Bæði bókligt og handaligt skal til
Ein partur av frágreiðingini upp á, at tørvur er á so nógvum útlendingum í byggivinnuni, er at ungfólk velja handaligu yrkisleiðirnar frá.
Og her eftirlýsir Heri Kjærbo eina hugburðsbroyting í Føroyum:
“Tá Visjón 2015 bleiv orðað aftur í 2005 bleiv stórur dentur lagdur á, at vit skulu fáa so nógv ígjøgnum miðnám sum gjørligt, altso tað bókliga. Tað hevur uttan iva skapt nakrar skeivleikar í føroyska samfelagnum, sum vit nú merkja avleiðingarnar av. Tí ein stórur partur av teimum, sum als ikki tíma tað bókliga og eru meira praktisk, eru allíkavæl skumpaði inn á tí bókligu leiðina. Og avleiðingin er, at vit hava nógv færri handverkarar og praktikarar í samfelagnum.
Vit hava sum fyritøka roynt at gjørt vart við í skúlum og aðrastaðni, at tað er ein stórur partur av fólkinum, sum grundleggjandi eru meira handalig og heldur eiga at fara í læru. Allir vegir føra til Róm, so heilt persónliga kann eg nevna sum dømi, at mínir báðir synir hava valt hvør sína leið. Annar fór á miðnám, meðan hin fór í handverkaralæru, og í dag eru teir báðir farnir undir hægri lestur til verkfrøði.
Sum heild er tørvur á størri virðing fyri handverkinum sum yrki og yrkisleið. Tí tá eg síggi mínar starvsfelagar, so havi eg størstu virðing fyri teimum og øllum tí, sum teir fáa av skafti. Tað er veruliga meiningsfult at vera við til at byggja bygningar og stórar verkætlanir annars.
Tað ber ikki til, at vit øll blíva akademikarar, tí hvør skal so byggja? Eg plagi at spyrja, hvør gjørdi bókina? Tey sum eru bókliga áhugaði, skulu fara á miðnám og líknandi útbúgvingar. Men tey sum eru meira praktisk og handalig, lat tey fara á yrkisnám og í læru innan handaliga økið.”
Øll samrøðan kann síggjast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald