Ítróttur

Her er skráin hjá landsliðnum fram til EM-endaspælið

Eftir at hava havt frí nakrar dagar millum jól og nýggjár, byrjaðu venjingarnar aftur í gjár tá ið landsliðsvenjarin kom aftur til landið.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2024-01-02 07:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um eina viku gongur leiðin hjá landsliðnum til Berlin í Týsklandi, har eitt EM-endaspæl er á skánni.

Í dag 2. januar er fyrst styrkivenjing á skránni í Burn, og seinnapartin er hondbóltvenjing á skánni í høllini á Hálsi. 

Í morgin 3. januar er landsliðið í Klaksvík. Klokkan 09:30 í morgin er fyrst vitjan á Skúlatrøð, eftir tað er venjing í Klaksvík. Seinnapartin er m.a. Teambuilding og ein túrur í svimjihøllini í Klaksvík á skránni.

4. januar er styrivenjing á skránni í Burn fyrrapart. Seinnapartin er fyrst eitt tiltak á skránni í SMS, og eftir tað er venjing á skránni í høllini á Hálsi.

5 og 6. januar er styrivenjing á skránni fyrrapart, og eru dystir bæði kvøldini ímóti Belgia.

Sunnudagin 7. januar er styrkivenjing á skránni.

Dagin fyri fráferð tann 8. januar er venjing á skránni í Hoyvík. Seinnapartin er tiltak á skránni í BankNordik, og so er venjing aftur á skránni í Hoyvík.

Týsdagin 9. januar er fráferð til Berlin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder