Sambært grindakunngerðini er ikki loyvt at seta upp skipanir, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, og tí er málið latið løgregluni.
Havandi í huga tey mongu mótmælini, sum hava verði í móti føroysku grindaveiðuni seinastu árini, er nærliggjandi at hugsa, at tað eru aktivistar umboðandi útlendskar djóraverndarfelagsskapir, ið hava lagt hesa útgerð út.
Hvannasund er ein av fleiri hvalvágum í Føroyum, og vit vænta at sama slag av útgerð er løgd út í øðrum firðum í Føroyum. Tí vilja vit heita á Vørn, um at seta í verk eina kanning av, um hendan útgerð liggur á botni aðrastaðnis í Føroyum. Serliga verður hugsa um økir, uttan fyri okkara hvalvágir.
Hettar er eitt avrit, av brævið, sum er sent til viðkomandi mynduleikar og til tykkara kunning.
Vegna Grindamannafelagið
Ragnar Jacobsen
Formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald