
Við lógini verða lunnar lagdir undir at skipa heilsuøkið á skynsamari hátt. Nýskipanin er fortreyt fyri, at vit framhaldandi hava eitt vælvirkandi heilsuverk.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, fegnast um nýggju skipanina:
Heilsumiðstøðir og heilsutænastur í nærumhvørvinum
Frá 1. juni verður landið skipað í størri heilsuøkir við einum ella fleiri heilsumiðstøðum, sum koma í staðin fyri læknadømini og læknaviðtalurnar. Hetta merkir, at sum frálíður fara støðugt fleiri viðgerðartilboð at verða veitt í nærumhvørvinum hjá fólki. Ætlanin er, at stórur partur av heilsutænastunum kunnu fara fram á heilsumiðstøðunum, t.d. kanningar, viðgerðir, heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð og ráðgeving. Sum frálíður fara viðgerðir, sum kunnu flytast, at verða fluttar úr Sjúkrahúsverkinum til heilsumiðstøðirnar, t.d. summar viðgerðir fyri ADHD og diabetes. Nýggjar heilsutænastur fara eisini at verða veittar á heilsumiðstøðunum t.d. heilivágsgjøgnumgongd.
Dentur fer at verða lagdur á at veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi heilsutænastur og veita teimum, sum gerast sjúk, góða viðgerð.
Á heilsumiðstøðunum fara ymisk heilsustarvsfólk at veita heilsutænastur, t.d. kommunulækni, sjúkrarøktarfrøðingur, læknaskrivari, bioanalytikari, farmaseutur, heilsufrøðingur, ljósmóður og sálarfrøðingur. Summi fara at starvast á heilsumiðstøðunum burturav og onnur fara at vera har parttíð. Við at skipa heilsutænasturnar í nærumhvørvinum hjá borgarum, fáa vit eitt betri og størri samstarv millum fakfólkini á heilsuøkinum og millum geirar. Nýggja skipanin hevur við sær, at bæði starvsfólkaorkan og fíggjarliga orkan í heilsuverkinum kunnu gagnnýtast betur enn møguleiki er fyri í dag.
Uppskot til løgtingslóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum er tøkt her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald