2023-11-03 07:09

Heilsurøktarafelagið fer í samhugaverkfall við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Heilsurøktarafelagið hevur sent Fíggjarmálaráðnum hesa fráboðan um samhugaverkfall:
Samhugaverkfall við Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Til fíggjarmálaráðið
Við hesum verður boðað frá, at limir hjá Heilsurøktarafelagnum, sum arbeiða á Landssjúkrahusinum, Klaksvíkar sjúkrahúsið, Suðuroyar sjúkrahúsið og á Almannaverkinum fara í samhugaverkfall á miðnátt í kvøld 2. nov. og 24 tímar fram inntil miðnátt 3. nov 2023
Vegna nevndina í Heilsurøktarafelagnum
Bingerð H. Fosságil, forkvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald