Heiðurligt tap er við tíðini kanska vorðið til skemdarorð í føroyskum ítrótti, men veruleikin er bara, at tapið fyri Lettlandi í dag var rættiliga heiðurligt, tí í langar løtur spældu Føroyar væl og stóðu lítið aftan fyri Lettland. Ein afturvendandi trupulleiki er tó, at góðu løturnar verða oyðilagdar av ov longum minni góðum løtum, har Føroyar tapa ov nógv stig á rað, sum sæst aftur í settúrslitunum, har munurin annars kundi havt verið minni.
Hetta var serliga galdandi í øðrum og triðja setti, har samband var millum liðini miðskeiðis í settunum, áðrenn tað fór at dragna. Í øðrum setti vóru Føroyar aftanfyri 9-11, áðrenn Lettland sleit seg leyst og legði seg á odda 22-13, og síðan vann settið 25-16.
Hetta endurtók seg í triðja setti. Javnt var við 8-8, áðrenn munurin vaks upp í 5 stig og støðan gjørdist 10-15. Føroyar komu tó væl afturíaftur eina løtu hesa ferð og bardu seg upp á 15-18, men vunnu síðan bara eitt stig aftrat, og taptu tí settið 16-25.
Fyri Føroyar vann Hjørtur Joensen flest stig við 12 vinnarasmassjum, sama tal sum Atvars Ozolins hevði fyri Lettland. Tann 198 cm høgi Renars Pauls Jansons við øgiliga avsettinum hjá Lettlandi var best við 15 vinnarasmassjum og einum -blokki.
Returdysturin millum Lettland og Føroyar verður spældur næsta leygardag í Riga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald