2023-02-03 21:15
Portal.fo skrivar:
Móti endanum av almennu móttøkuni í Høllini á Hálsi, í sambandi við at Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur sitið í býráðnum í 50 ár, trein ríkisumboðið í Føroyum, Lene Moyell Johansen, á pallin.
Við sær hevði hon stóran heiður frá Margretu drotning.
Heðin Mortensen er nú “Kommandør af Dannebrog”. fyri sína trúgvu tænastu. Hetta er sami heiður sum Edmund Joensen móttók í 2005.
76 ára gamli borgarstjórin var tikin av bóli av hesum, og takkaði eisini fyri at so nógv vóru komin at heilsa uppá hann á stóra degnum.
Sí eisini: Myndir: Heðin Mortensen heiðraður á Hálsi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald