Við leikstjórunum Mariannu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi er filmurin ein estetisk og nútímans lýsing av eini spennandi listakvinnu, sum virkar á Eiði, sýnir fram kring allan heim og altíð arbeiðir málrættað við málningalistini. Men hvør er kvinnan handan verkini?
Støðið verður tikið í Sigrun sum persóni og listafólki - eru líkleikar og mótsetningar millum persónligheitina og einstøku listaverkini?
Rógvi Rasmussen var myndamaður, og Ólavur Jákupsson gjørdi tónleikin og ljóðmyndina. Marianna Mørkøre klipti filmin, og animatiónirnar gjørdi bretska Katy Beveridge.
Rógviper og Kykmyndir hava í felag framleitt filmin, ið er stuðlaður av Norddok - Filmar um Grønland, Føroyar og Danmark - umframt Mentamálaráðnum, Eiðis kommunu, Betri og er framleiddur í samstarvi við KVF.
Í Føroyum verður filmurin frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio tann 5.apríl, har samrøða og spurningar verða til leikstjórarnar og høvuðspersónin aftaná sýningina.
Eisini verður filmurin sýndur í Løkshøl tann 11.apríl og Salt tann 12.apríl.
Til ber at síggja trailaran her
Meir um sýningarnar og luttøkuna á CPH:DOX her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald