Vinna

Havsúgdjór – eitt burðardygt mattilfeingi

5. og 6. oktober skipar NAMMCO fyri altjóða ráðstevnuni og gastronomi-tiltakinum “Marine Mammals: A Sustainable Food Resource“.

2022-07-19 13:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Ráðstevnan varpar ljós á hval og kóp sum matur. Á ráðstevnuni luttaka eitt nú veiðifólk, kokkar, embætisfólk og vísindafólk, sum fara at røða og skifta orð um týdningin, ið havsúgdjór hava sum mattilfeingi og í matmentanum í Norður Atlantshavinum og kring heimin.

Evnini, ið verða viðgjørd eru m.a.:

  • Veiða av havsúgdjórum og matvørutrygd í einum heimi við vaksandi fólkatali.
  • Umhvørvisligir, sosialir, mentanarligir og búskaparligir týdningar av veiðu av havsúgdjórum.
  • Heilsuligir fyrimunir og vansar við at eta havsúgdjór.
  • Framtíðarútlit fyri veiðu av hvali og kópi.

Samfeløg kring heimin hava í túsundatals ár veitt havsúgdjór til matna. Nógvir hvala- og kópastovnar kring heimin eru væl fyri og takast kann av stovnunum í skipaðari veiðu, og er hetta umhvørvisvinarligt mattilfeingi við lágum kolevnisslóðum. Í minsta lagi 85 ymisk sløg av hvali og kópi verða etin í yvir 100 londum kring heimin.

Gastronomikvøld
Sum partur av ráðstevnuni verður eitt serstakt gastronomi-tiltak hóskvøldið 6. oktober, har kokkar úr Føroyum, Norra, Kanada, Grønlandi, Íslandi og Japan fara at borðreiða við hvali og kópi og vísa, hvussu hvalur og kópur verða matgjørd í ymsum matmentanum og kunnu nýtast í nýhugsandi gastronomi.

Janus Einar Sørensen stendur á odda fyri gastronomi-kvøldinum. Aðrir kokkar, sum luttaka, eru m.a. Inunnguaq Hegelund (ársins kokkur í Grønland 2009, 2012 og 2015), Gunnar Jansen (høvuðskokkur á Mathallen í Tromsø og ársins kokkur í Noreg 2017), Stefán Úlfarsson (ánari og høvuðskokkur á Þrir Frakkar, Reykjavík), og Benoit Lenglet (The Culinary Institute (ITHQ) í Montreal, Kanada).


Ráðstevnan er almenn. Luttøkugjald er 1000 kr. fyri yrkisfólk og 500 kr. fyri almenningin og lesandi. Gastronomi-kvøldið er við í prísinum.


Meira kunning um ráðstevnuna og skrá eru at finna á heimasíðuni hjá NAMMCO.

NAMMCO

Í ár hátíðarheldur North Atlantic Marine Mammal Commission (NAMMCO), at tað eru 30 ár síðani, at felagsskapurin varð settur á stovn. Burðardygg veiða eftir hvali og kópi allýsir NAMMCO og sameinir limalondini í felagsskapinum, sum eru Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg. Limalondini leggja áherðslu á 14. Heimsmál hjá Sameindu Tjóðum: At varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

NAMMCO er eitt samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdjórum í Norður Atlantshavinum, og veitir limalondunum ráðgeving um stovnsrøkt og veiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder