Havstovan:
Hon greiddi frá náttúruni í havinum og um týdningin av at fáa meiri vitan og sostatt betri fatan av, hvussu vistskipanin í havinum hongur saman. Harumframt luttók Hjálmar Hátún, havfrøðingur á Havstovuni, á eini verkstovu um hvussu borgaragransking kann stuðla undir havfrøðiligar kanningar og økja um kunnleika til havið millum fólk.
Tað var Føroya Náttúru- & Umhvørvisfelag, sum skipaði fyri stevnuni, og endamálið var við fyrilestrum og verkstovum at kunna um lívmargfeldið, náttúruna og okkara tilknýti til hana, og at deila vitan og geva íblástur til hvussu broytingar kunnu gerast, ið gagna náttúruni og menniskjum.
Á stevnuni vóru umleið 200 fólk og bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrahaldarar greiddu frá m.a. nýggju náttúruverndarlógini, lívmargfeldi og sambandi millum náttúru og sálarheilsu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald