Á vitjanini greiddi Jan Arge Jacobsen frá gongdini í uppsjóvarstovnunum, og frá tí arbeiði, sum liggur aftanfyri stovnsmetingar og ráðgeving. Greitt varð frá, hvussu Havstovan í samstarvi við hini strandarlondini savnar og greinar dátur, og hvussu hesi úrslit verða brúkt í ráðgevingini til myndugleikarnar.
Havstovan er ein óheftur ráðgevandi stovnur undir Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, og hevur ein avgerandi leiklut í at tryggja burðardygga gagnnýtslu av fiskastovnunum. Granskingin fevnir bæði um stovnsmetingar av botnfiski og uppsjóvarfiski, og um kanningar av havumhvørvinum, sum økja um vitanina um tey viðurskifti, ið ávirka fiskatilfeingið.
Við einum høgum fakligum støði, millumtjóða samstarvi og støðugari menning er Havstovan eitt sterkt grundarlag undir eini ábyrgdarfullari og framkomnari fiskivinnu, sum skal tryggja Føroyum varandi inntøkur frá fiskatilfeinginum – eisini í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald