Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)/Mynd: Jens Jákup Hansen
Kirkjugangari: Eitt av tí, ið tú leggur merki til, tá tú gongur inn eftir kirkjugólvinum í Havnar kirkju eru kirkjubeinkirnir.
Teir hava allir sínar serstøku litir, men hava so eitt sermerki aftrat: Numrini á síðuni – tey makaðu tølini vinstrumegin, og tey ómakaðu tølini høgrumegin.
Um tú hevði megnað at skriva tíðina eini 70-80 ár aftur í tíðina, so hevði tú til eina gudstænastu sunnudag, uttan iva lagt merki til eina fitta smágentu, sum sat hjá ommu og abba sínum í beinki nummar 23. Smágentan var Effie.
- Men ókey, tað var eitt sindur luftigari har afturi í kirkjuni, og tí fluttu vit seinni yvirum í vinstru síðani. Síðani hevur bonkur nr. 36 verið mítt fasta stað, greiðir Effie frá.
Havnar kirkja hevur verið hennara kirkja gjøgnum alt lívið. Her hevur hon fingið so nógv gott at hoyra, og her hevur hon eisini havt sínar høgtíðarløtur.
- O, ja, tá ið eg skal berast út á seinasta sinni, vil eg altso berast út frá Havnar kirkju, slær hon fast.
Hon minnist í hesum sambandi aftur á eitt, ið Zacharias Sørensen, yvirlærari og deknur í Havnar kirkju í eitt mannaminni, talaði um einaferð í kirkjuni, tá hann segði: ”Eg hoyri summi siga, at tit ganga bara av vana í kirkju. Men hvat verður sagt um okkara Frelsara, Jesus Kristus?”.
- Zacharias svaraði sjálvur spurninginum og segði, at Hann, altso Jesus kom til Nasaret, har sum hann var vaksin upp, og at hann, sum siður hansara var, fór hvíludagin inn í samkomuhúsið.”
- Sært tú: Jesus gjørdi tað av vana. Er tað nakað, sum er gott at leggja seg eftir frá ungum árum av, so er tað hetta, at fáa sær góðar vanar, vísir Effie Campbell á.
Altíð í kirkju
Tá tosað verður um kirkjulig viðurskifti, kemur prátið ofta inn á tey mongu fólkini, sum ár um ár, dag um dag gera sína trúføstu tænastu í kirkjuni.
Vit hava fyri stuttu greitt frá einum kirkjutænara í Nólsoy, Unu Hansen, sum hevur verið deknur í samfull 40 ár, nú hon fekk tænastumedalju.
Hinvegin verður kanska í minni mun tosað og skrivað um tey nógv fleiri fólkini, sum ikki kundu hugsað sær ein sunnudag ella heiligdag uttan at hava leitað sær í eitt Guds hús.
Tó so, her á heimasíðuni hava vit við millumbilum tosað við slík trúgv kirkjufólk á so ymiskum støðum sum í Kunoy, Kirkju, Æðuvík og heima á Sandi, bara fyri at nevna nøkur.
Ein teirra, sum altíð hevur vitað, hvat var á skránni hesar heiligdagarnar, tá kirkjuklokkan kallaði til gudstænastu, er Effie Campbell.
Fyri hana hevur Havnar kirkja verið staðið, har hon og familjan leitaðu sær til gudstænastur.
- Ja, eg havi í roynd og veru gingið í kirkju, frá tí at eg var so lítil, at eg dugdi at stetla, sigur hon við einum brosi.
Hiðani sær Effie væl niðan á prædikustólin, har Ann Hermansdóttir hesaferð hevur orðið
Fekk nógv burturúr
Tað sigur seg sjálvt, at tá ein hevur rokkið so høgum aldri sum hon, og altíð hevur gingið í kirkju, so hevur Effie hoyrt mangar prædikur, og samstundis lært ein hóp av prestum at kenna.
Hon sigur tó, at tann prestin sum hon minnist best til, var Johan Weihe. Effie er helst ikki tann einasta, sum við takksemi minnist hansara tænastu í høvuðsstaðnum.
- Johan Weihe hevði nógv at siga fyri okkum, sum tá vóru ung. Eitt var, at hann var prestur í Havnar kirkju, men hann var somuleiðis uppi í KFUM til sunnukvøldsmøtini og talaði.
- Eg fekk altíð nógv burtur úr tí, sum hann segði, greiðir Effie frá.
Umframt hetta helt hann bíbliutímar í kjallaranum í Vesturkirkjuni. Hetta dámdi henni væl, tí hetta var eitt gott høvi at kunna spyrja um ymiskt, sum lá henni á hjarta.
Nevnast má eisini, at Effie hin 15. november í 2011 var gift í Havnar kirkju við Jógvan Joensen úr Elduvík. Tað var Ann Hermansdóttir, sum gifti tey. Hon er dóttir Birgit, sum er systkinabarn Effie.
Effie og Jógvan Joensen vórðu gift í 2011, júst í Havnar kirkju
”Øjnenes lyst”
Í 43 ár búði Effie niðri í miðbýnum í Havn, og har var stutt oman í Havnar kirkju. Um tað ikki lá fyri at fara í kirkju, las abbi hennara lestur heima við hús.
Tað er serliga ein av lestrunum – ella rættari sagt: nøkur orð úr hesum lestri – sum Effie minnist serliga væl, hóast hon var lítil tá.
- Ja, eg festi meg við hesi orðini, sum hann las í lestrinum: ”… Kødets lyst og Øjnenes lyst og Livets Hoffærdighed…”
- Hatta eru heldur torfør orð hjá einum smábarni at skilja. Men eg helt, at tey ljóðaðu sum eitt vers, og tí festu tey seg hjá mær, greiðir Effie frá.
(Nevnast kann, at hetta minniliga ørindið, sum er tikið úr 1. brævi Jóhannesar 2,16 ljóðar soleiðis á føroyskum í Nýggja Sáttmálanum: ”Tí at alt tað, sum er í heiminum – menniskjalig girnd, at øvunda tað, onnur eiga, og at reypa av ognum sínum – er ikki frá Pápanum, men frá heiminum”).
Dýggjvátur frakki
Effie hevur, sum nevnt, verið trúfastur kirkjugangari. Hetta hevur verið gjørt, bæði tá tað var góðveður, men so sanniliga eisini dagar, tá illveður var.
Einaferð var Harrans ódnarveður og oysregn, og tað var ikki farandi út fyri dyr. Men tað helt kortini ikki trúgva kirkjugangaranum at gera seg klára, til at fara frá húsum henda sunnumorgunin.
Effie segði tá, kanska eitt sindur ivandi við mammu sína: ”Hmm, - í morgun fara vit altso ikki í kirkju, ha?”.
- Men mamma svaraði mær: - Jú, vit fara, tí vit búgva so tætt við. Tú kanst bara taka frakkan inn í kirkjuna, og leggja hann tvørtur um beinkin frammanfyri. Og so legði hon aftrat: Har vera fá fólk í morgun!
Tá tær komu innar í kirkjuna, kundu tær beinanvegin gera tvær staðfestingar:
Í fyrsta lagi, at tað einans vóru fimm fólk í kirkjuni henda ódnardagin. Tað næsta, sum tær staðfestu var kanska enn verri enn hitt fyrra, tí hvør annar var í kirkjuni? Jú, Sjónvarpið við sínum upptøkutólum!
- Sært tú, - vit vóru altso bara 5 fólk í kirkjuni henda ódnardagin, so teir blivu við at filma okkum. Og tí sat eg altso í dýggjváta frakkanum undir allari gudstænastuni, sigur Effie Campbell við brosi á kinn.
- - -
Hetta er fyrri partur av áhugaverdu samrøðuni við Effie Campbell. Í seinna partinum fara vit at hoyra um tað at keypa sær sess í kirkjuni, og um tá hon gjørdist fjálturstungin av navni sínum, tá hon skuldi konfirmerast av Axel Tórgarð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald