Politikkur

Hava tykur reint mjøl í posanum?

Skjótt eru tvey ár liðin, síðan tíðindi bórust um, at Varðin Pelagic hevði søkt Tvøroyrar kommunu um byggiloyvi til mjøl- og lýsiverksmiðju við staðseting í neysta- og búsetingarøkinum undir Heygnum.

2024-12-30 21:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hóast Tvøroyrar býráð hevur samtykt at geva byggiloyvi heili tríggjar ferðir, so fór býráðið í gjár, hin 29. desember 2024, so langt sum at handa byggiloyvi – framvegis uttan at neyðugu loyvini eru givin. Hvat er hetta fyri sjónleikur, ið Tvøroyrar býráð og Varðin Pelagic spæla?

Niðurstøðurnar hjá bæði Umhvørvisstovuni og lokalu friðingarnevndini um at veita tey loyvi, ið hesi vara av, eru kærdar av felagsskapinum Livilig kor hin 23. og 25. desembur 2024. Kærurnar verða í løtuni viðgjørdar í Umhvørvismálaráðnum og av Yvirfriðingarnevndini og Tvøroyrar býráð kann ikki útskriva nakað byggiloyvi, fyrr enn hesir myndugleikar eru komnir við sínum niðurstøðum.

So hóast Tvøroyrar kommuna, við borgarstjóranum Kristini Michelsen á odda, roynir við sínum propagandasjónleiki at skapa spenning, áðrenn nýggja árið verður skotið ígongd, so kunnu vit bara enn einaferð staðfesta, at talan er um reint spæl fyri gallarínum. Byggiloyvið kann ikki latast, so leingi Umhvørvismálaráðið ikki hevur góðkent umhvørvisgóðkenningina frá Umhvørvisstovuni og Yvirfriðingarnevndin skal eisini geva játtan. Uttan hesar báðar góðkenningar er bert talan um eina innantóma nýggjársrakett frá býráðnum, sum ikki heimilar nøkrum arbeiði at fara í gongd yvirhøvur.

Vit í Liviligum korum seta okkara álit á, at myndugleikarnir eru sína uppgávu vaksnir og steðga hesi ørvitisverkætlan. Yvirfriðingarnevndin kann ikki væntast at koma við nakrari niðurstøðu fyrr enn tíðliga í vár, so inntil tá fara vit at njóta friðin og ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár – uttan ljóð-, ljós-, luft- ella luktampar.

Við umhvørviskvøðu - Nevndin í Livilig kor

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder