Pison sum í farnu viku kom heim av Flemmish Kap, slapp íkki at landa veiðuna, tí var ótti fyri at nógv virðir fóru at fara fyri ongum, men í gjár sluppu teir framat í Norðhavnini, tað var liðugt at landa Pison tíðliga í morgun.
Norðborg liggur eisini í Norðhavnini, teir hava fulla last, nær Norðborg landar vita vit ikki, men teir hava ligið í Norðhavnini í fleiri dagar.
Norðborg hevur fulla last av frystum fiskavørðum, umframt mjøl og lýsi, teir hava fiskað í føroyskum sjógvi og hava svartkjaft, sild og makrel, skipari seinasta túr var Jóhan Isaksen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald