Vinna

Hátíðarløta tá ið EMERALD kom á Havnina

Tað var ein sonn hátíðarløta seinnapartin, tá ið nýggjasta skipið í føroyska flotanum kom til bryggju hjá Tórshavnar Havn.

Emerald stevnir inn á Havnina.

Emerald stevnir inn á Havnina.

2023-07-13 21:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað var sjálvur Mortan Johannesen, sum førdi skipið til bryggjuna, Mortan hevur í dag 86-ára føðingardag í dag.

Á bryggjuni var harmonikuorkestur, sum setti dám á løtuna, fleiri røður vórðu hildnar og skipið varð doypt, gumma var Helga á Borg, sum er dóttir til reiðaran Kaj Johannesen.

Aftaná vað stóra mannamúgvan, sum var komin at taka ímóti skipinum, boðin til ein góðan bita í einum pakkhúsi á bryggjuni og eisini boðin umborð at síggja skipið.

Fleiri myndir koma seinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder