Endamálið við Messuni er at varðveita gamalt træskip og gera tað til ein part av einum sjóvinnusavni, sum við orðum, myndum og framsýningum í einum livandi umhvørvi vil økja tilvitanina hjá fólki um, hvønn týdning sjógvurin hevur sum okkara lívsgrundarlag.
Savnið skal lýsa okkara sjóvinnusøgu frá árabáti til nýmótans skipaflota.
Í mentanarhøpi at kunna gera brúk av húsinum til m.a.:
- ferðavinnuna
- skúlaflokkar, ítróttafeløg og áhugafeløg
- arbeiðspláss, starvsfólkaútferðir, temadagar v.m.
- kvøldsetur
- tónleikaframførslur
- films- og sjónbandaframførslur
- listaframsýningar, myndlist, málningalist v.m.
- Skipað virksemi við onnur feløg í Vágum og aðrastaðni, bæði til ferðavinnuna og almenningin. Bygningurin er sera vælegnaður til rørslutarnaði og virksemi í bygninginum fevnir breitt.
Skrá fyri dagin
Kl. 15:45 Kl. 16 til uml. 17:30 | Sørvágs Tónleikarfelag spælir nøkur løg í høllini. Vegna felagið “MESSAN” bjóðar Kári Thorsteinsson vælkomin og greiðir stutt frá, hvussu dagurin verður fyriskipaður. Jan Erik Simonsen hevur sett fleiri myndir saman um gongdina við verkætlanini og hesar verða vístar á 4 stórum sjónvarpsskermum gjøgnum dagin og kvøldið, saman við øðrum myndum/filmum av okkara ríku skipasøgu. |
Framløga av verkætlanini | |
Formaður felagsins, Sjúrður Poulsen, sum eisini eigur hugskotið við serstøku verkætlanini, greiðir frá tilgongdini við Sjósavni og mentanarhúsi í Vágum. Pól Skarðenni, ið hevur teknað bygningin, greiðir frá sjálvari byggingini og hvørjar tankar hann hevur havt fyri at gjøgnumføra byggingina Sjúrður Skaale greiðir stutt frá fíggingarleistinum av verkætlanini. | |
Sigtór Petersen, stjóri fyri byggifelagið J.K. Petersen greiðir frá tilgongdini og avbjóðingarnar við serstaka bygninginum, sum ikki er royndur í Føroyum fyrr. | |
Tórfríð og Dánjal Tavsen framføra lagið “Kvinnan í svørtum”. | |
Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri, tosar um hvønn týdning Messan kemur at hava fyri bygdina, oynna og landið sum heild, serstakliga í mentanarligum høpi. | |
Holgar Jacobsen framførir eitt av sínum løgum. | |
Bryndis í Dali, leiðari í Visit Vágar tosar um hvønn týdning Messan kann hava fyri ferðavinnuna í Vágum og Føroyum sum heild. | |
Tórfríð og Dánjal Tavsen framføra lagið “Fiskagentan”, ið er prentað aftast í skránni. | |
Hugnaløta og fólk faá høvi til eitt prát og at síggja bygningin. |
Søgan hjá bátinum:
Marna FD193
Bygdur 1943 hjá Rudkøbing Skibsværft v/E. Petersen í Rudkøbing
Stødd: 38 BRT
1943 - Jens Kirk, Thyborøn - P/R J.B.P. Kirk, Thyborøn
1958 - Houboen, Skagen - T.Nielsen, Skagen
1960 - Indiana, Hirtshals - H.G. Kongerslev, Hirtshals
1973 - Astrid II TG4, Tvøroyri - Páll Tummasarson, Tvøroyri
1975 - Vestnes TG4, Tvøroyri - Viberg Sørensen, Tvøroyri
1982 - Vestnes TG4, Tvøroyri - Tvøroyar Kommuna
1986 - Suðurfarið TG4, Tvøroyri - M.T. Bærentsen, Tvøroyri
1988 - Suðurfarið TG4, Tvøroyri - Hans P. Thomsen, Tvøroyri
1991 - Marita II TG435, Porkeri - P/F Hólur v/Sálum Beck, Porkeri
2000 - Tóra FD193, Fuglafirði - Jón Nolsøe Olsen, Fuglafirði
2001 - Marna FD193, Fuglafirði - Óli Johannes Olsen
2018 - Upphøgdur - Maritimt Mentanarhús í Vágum við staðseting í Sørvági.
2025 – Er nú ein týðandi partur av bygninginum og sum ein sjónligur varði av træskipunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald