Politikkur

Hátíðarhald í Fámjin

Í dag, 25. juni 2025, er hátíðarhald í Fámjin í sambandi við, at Fámjinstunnilin er latin upp fyri almennari ferðslu.

2025-06-25 15:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, klipti snórin og helt røðu fyri teimum, sum saman vóru komin til hátíðarhaldið.

Í røðu síni segði hann, at dagurin í dag er ein góður dagur. Ein dagur, sum fólk í Fámjin hava bíðað eftir í tolni í næstan 30 ár.

Gamli vegurin um Øraskarð er nú vorðin søga. Ein mynd av farnum døgum. Í staðin hava vit fingið eina nýggja, trygga og nútímans farleið. Eina farleið, sum fer at vera til stórt gagn fyri alt nærumhvørvið her. Eina farleið inn í framtíðina.

Við dugnaskapi, dirvi og treysti hjá Landsverki, byggifeløgum og verkafólki kunnu vit her í dag hátíðarhalda hesa løtuna. Takk fyri tykkara tøk og væla verk.

Til lukku Fámjin, hetta er tykkara dagur, njóti hann, og til lukku alt Føroya fólk.

Øll røðan kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder