Vinna

Hátíðarhald á MEST í gjár

Marjun Wilhelm frá Hiddenfjord fekk handaða nýggju tvíkiljuna, sum MEST hevur smíðað í havn fyri Hiddenfjord.

2023-11-23 14:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


MEST lat tvíkiljuna Heldarsgjógv til Hiddenfjord í gjár

“Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna. Tvíkiljan var latin til tíðina – ja heilar 24 dagar áðrenn tíð”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Henda fyrsta av tveimum tvíkiljum frá MEST til Hiddenfjord, bleiv handað Marjun Wilhelm, Leiðara fyri Sjógvaling hjá Hiddenfjord, í fjár. Næsta tvíkiljan til Hiddenfjord verður latin í mars 2024.

Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Heldarsgjógv”, er bygd til aliøki í Vestmanna og Fútakletti og fær heimstað í Vestmanna. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord manningini.

Á samkomu í matarhøllini hjá MEST vóru eini 120 fólk savnaði til eitt hátíðarhald har stjórin á MEST, Mouritz Mohr, helt eina stutta røðu. Í røðuni takkaði hann Hiddenfjord fyri fyrimyndarliga gott samstarv – og gav rós til starvsfólkini á MEST fyri væl úr hondum greitt arbeiði.

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 116 á MEST, er 16 m long og 8 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við einum stórum MELCAL krana av støddini 80 tons, einum 2x500 HK Volvo Penta høvuðsmoturi,  einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli. Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder