Vinna

Hátíðarhald á Giljanesi sunnudagin

Sunnudagin 15. oktober kl. 15.00, verður hátíðarhald á Giljanesi tá 2.byggistig av Skúlanum á Giljanesi veðrur handaður lærarum og næmingum at taka í nýtslu.

2023-10-12 16:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Byggingin av 2.byggistigi hevur gingið væl. Lisitatión var í oktober 2021 og nú tvey ár seinni stendur skúlin klárur a taka í nýtslu.

Hátíðarhaldið byrjar stundisliga kl. 15.00 við at snórurin til nýggja skúlan verður kliptur. Heiðurin at klippa snórin fær Hans Jørgensen, fyrrverandi skúlastjóri. Síðan verður eitt sangkór við næminum frá skúlanum, røður frá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, skúlastjóranum og umboðum frá teimum sum hava staði fyri byggileiðslu og bygging.

Aftaná syngur Vágakórið og møguligt verður at spáka runt og hyggja eftir nýggja skúlanum og teir karmar sum eru lagdir afturat verandi skúla. 2. byggistig rúmar nýggjum fakhølum til m.a. tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði/náttúrutøkni og alis-/evnafrøði. Harumframt víðkaðir karmar til heimastovur og felagsøkir. Listprýðingina hava listakvinnurnar Annika á Lofti og Jana Jonhardsdóttir staði fyri. Listin tekur útgangsstøði í náttúruni, tí livandi og skapa samvirkan við tey rúm, sum tey hanga í, og við tey menniskju sum hava sína dagligu gongd har. Listin lýsir havið, náttúruna og ljósið við rundum og bleytum formum.

Kaffi/te og smákøkur verða bjóðaðar og húsavørðarnir fara at grilla pylsir og bjóða sunkist til tey yngru.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder