Fyrsta innandurakappingin í bogaskjóting hesa vetrarhálvuna hevur verið í Havn hetta vikuskiftið, og kappingin úr 18 metra frástøðu hjá teimum vaksnu sunnudagin bar boð um ein spennandi vetur.
Tað var nevniliga spenningur yvir alt feltið.
Bara Helena við Misá, Ørvur, og Rakul Dam, bogaskjótifelagið Tambar í Havn, høvdu teknað seg til compound-kappingina fyri kvinnur, men tað gjørdi ikki kappingina minni spennandi. Dystirnir teirra millum eru altíð tættir, og hesa ferð stóð á jøvnum í sjálvari finaluni.
Finalan mátti tískil avgerast við shoot-off, og har var Rakul tann neyvara og fór avstað við gullinum. Í shoot-off, har tær skutu ein píl í part, rakti Rakul 9-ringin og Helena 7-ringin.
Compound-kappingin hjá monnum bleiv eisini sera spennandi. Jóannes Poulsen, bogaskjótifelagið Ørvur í Runavík, var rættiliga greiður vinnari í innleiðandi kappingini, men kortini bleiv hann bastur í finaluni av liðfelaganum Nikkel Petersen.
Hjá recurve-kvinnunum var tann stóri spenningurin í hálvfinaluni, har Ása Helena B. Rasmussen og Halldóra av Teigum, báðar Tambar, skuldu kappast um at sleppa í finaluna ímóti Tóru Dinnu Reynskor, bogaskjótifelagið Vágaskot í Miðvági, sum vann innleiðandi kappingina.
Í hálvfinaluni byrjaði Ása best og vann seg upp á 4-0, áðrenn Halldóra kom inn í dystin. Men afturfyri vann Halldóra seg upp á 4-4, áðrenn Ása var neyvast við teimum trimum seinastu pílunum, so hon vann 6-4.
Í finaluni mátti hon tó lúta fyri Tóru Dinnu, sum vann 6-2.
Hjá mannligu recurve-skjúttunum stóð spenningurin ímillum Hans Petur Højgaard, Ørvur, og Michale Feldballe, Tambar. Teir vóru javnir við 255 stigum í fyrsta umfari í innleiðandi kappingini, men í øðrum umfari fekk Hans Petur 533 stig og Michael 527, so Hans Petur vann innleiðandi kappingina samanlagt.
Michael vann síðan ein greiðan sigur á Tummasi Hansen í hálvfinaluni, og hann gav eisini Hans Peturi ein skarpan gang í finaluni. Michael var framman fyri 4-2, áðrenn Hans Petur gjørdi bart við fyrst at javna til 4-4 og síðan vinna við teimum seinastu trimum pílunum, so endaliga úrslitið bleiv 4-6.
Leygardagin skutu teir yngru bogaskjúttarnir úr 12 metra frástøðu.
Her var spenningur um úrslitið hjá dreingjunum við compound-boga, har tríggir skjúttar kappaðust. Ein av hvørjum kyni høvdu teknað seg til í hinum kappingarbólkunum, barebow og recurve, so tað bleiv til eitt gullheiðursmerki í part. Hóast tey ikki fingu mótstøðu, gjørdu teir fýra skjúttarnir kortini sítt allarbesta, so gullheiðursmerkini vóru fult uppiborin.
--
(MYND, Compound kvinnur)
Kvinnur compound, 18 metra frástøða. Vinstrumegin er tað Helena við Misá (Ørvur), silvur, og Rakuld Dam (Tambar), gull
(MYND, Compound menn)
Menn compound, 18 metra frástøða. Úr vinstru er tað Jóannes Poulsen (Ørvur), silvur, Nikkel Petersen (Ørvur), gull, og Jógvan Niclasen (Tambar), bronsu
(MYND, Recurve kvinnur)
Kvinnur recurve, 18 metra frástøða. Úr vinstru er tað Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), silvur, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull, og Halldóra av Teigum (Tambar), bronsu
(MYND, Recurve menn)
Menn recurve, 18 metra frástøða. Úr vinstru eru tað Michael Feldballe (Tambar), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Tummas Hansen (Tambar), bronsu
(MYND, Compound 12 m)
Dreingir compound, 12 metra frástøða. Úr vinstru er tað Jónas Poulsen, silvur, Dávid Højgaard, gull, og Christian Højgaard, bronsu. Allir eru úr Ørvi
(MYND, Barebow 12 m)
Eva Kjærbo (Team Suðurskot í Vági) og Charlie av Teigum (Tambar) vunnu gull í barebow úr 12 metra frástøðu
(MYND, Recurve 12 m)
Lea Karina Heradóttir Haraldsen (Vágaskot) og Brandur Tummasson Hansen (Tambar) vunnu gull í recurve úr 12 metra frástøðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald