Strandferðslan hevur tí dagført ferðaætlanirnar á Sandoyar- og Hestleiðunum. Talan verður um økta sigling á báðum farleiðunum, og broytingarnar verða kunngjørdar í næstum.
Á Sandoyarleiðini verður ein dupulttúrur við farmi settur inn kl 14:40 úr Skopun aftrat verandi níggju dupulttúrum við tí fyri eyga at nøkta flutningstørvin.
Ferðaætlanin fyri Hestleiðina er eisini dagførd, og her koma fleiri túrar inn. Serliga er tað Erla Kongsdóttir, ið tekur hesar túrar. Nú verða til dømis morguntúrar kl 7:30 fýra ferðir um vikuna og fleiri túrar aftrat seinnapart.
Broytingarnar eru galdandi frá 29. juni til 20. august, tá ið Erla Kongsdóttir má á Kalsoyarleiðina at avloysa Sam, sum skal á beding. Haðani fer Erla á Nólsoyarleiðina at avloysa Ternuna, ið eisini skal á beding.
Økt túratal á Hestleiðini er ein roynd at økja útboðið av túrum og finna út av ferðamynstrinum hesa árstíðina. Talan er eisini um eina roynd av støðuni, ið verður, tá ið Teistin heilt gevst at sigla, og tunnilin letur upp.
Erla Kongsdóttir kann ikki í løtuni flyta akfør um Hestfjørð orsakað av manglandi tillagingum á rampunum í Hesti og á Gomlurætt. Tað er tí enn sum áður Teistin, ið førir akførini.
Strandferðslan samskiftir við ávikavist Tórshavnar Kommunu og Landsverk um at tillaga rampurnar, so Erla Kongsdóttir kann flyta akfør um Hestfjørð. Hon tekur annars tríggjar persónbilar ella ein stóran bil.
Broytingarnar í ferðaætlanum eru gjørdar við atliti til øll ferðandi, tvs pendlarar, vinnulív og ferðavinnu og út frá teim fortreytum, ið Strandferðslan virkar undir.
Erla Kongsdóttir er eykaskipið, ið avloysir, tá ið hini skipini skulu á beding. Loysn er ikki enn funnin upp á støðuna eftir 20. august, tá ið Erla Kongsdóttir skal avloysa á Kalsoyar- og Nólsoyarleiðunum.
Samráðingar eru við fleiri áhugaðar upphøggarar um at keypa Hasfjord, og onkrir hava longu verið og hugt eftir skipinum.
Strandfaraskip Landsins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald