Politikkur

Hans Kári og Eyðdis stilla upp fyri Vága Sambandsfelag

Sambandsflokkurin hevur tvey valevnir í Vágum

2026-03-03 22:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága Sambandsfelag hevur í kvøld havt uppstillingarfund í Messuni í Sørvági.

Eyðdis Hartmann Niclasen, sum situr í Løgtinginum fyri Sambandsflokkin, stillar upp aftur hesuferð.

Umframt Eyðdis er eisini eitt nýtt valevni á listanum hjá Vága Sambandsfelag, talan er um Hans Kára Hansen, sum situr í bygdarráðnum í Sørvági.

Tað hevur eisini við sær, at Rósa Samuelsen ikki stillar upp aftur. Hon hevur stilla upp á øllum løgtingsvalum síðani 2004.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder