
Í 2012 kom sonevndi flatskatturin hjá borgarligu flokkunum, og tvær reisur hevur samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn givið lág- og miðalløntum eina skattaminking. Fyrru ferð í 2016, og so aftur nú árini 2024 og 2025.
Í sambandi við skattalættarnar til lág- og miðallønt hava andstøðupolitikkarar havt á lofti, at láglønt ikki hava fingið lut í skattalættunum.
Fyri at fáa greiðu á hesum máli, hevur Hans Jacob Thomsen, tingmaður Javnaðarfloksins, sett Ruth Vang fyrispurning um hvussu høgur landsskatturin er á ymsum inntøkum í dag samanborið við fyri 10 árum síðani.
Fyrispurningur kann síggjast her https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11056
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald