Mentan

Hans Andrias á pall í Listastovuni

Í morgin, fríggjakvøldið 19. juni kl. 21.00, verður høvi at uppliva Hans Andrias í Listastovuni í Miðvági. Hevur tú ikki sæð hann live enn, so er tað uppá tíðina.

2026-06-18 22:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hans Andrias er alt annað enn bakgrundstónleikur. Hetta er tónleikur sum fer beint inn. Ein fantastisk rødd, sum bæði er hørð og mjúk. Og so hevur hann eina heilt serliga nærveru, har tú verður sogin inn í hansara univers.

Tað er ein nærvera, sum eisini er væl kend í Listastovuni. Her hevur Hans Andrias áður sett sín dám á pallin – fyrstu ferð í 2017 í sambandi við FMA-veitsluna, og aftur til minniligu konsertina, tá hann hitaði upp fyri Ásgeir, í 2024. Hetta eru konsertir, sum hava víst, hvussu væl hansara tónleikur riggar júst í hesum tætta og intima salinum.

Tá Hans Andrias vann Sement 2025, var eingin ivi. Dómararnir vóru samdir um, at hann hevði eina fantastiska rødd og framførslu á altjóða støði. Tónleikurin er myrkur, kensluborin og spennandi. Løgini eru vælskrivaði, innilig og ein góð blanding fólkatónleiki og amerikana rokki.

Nú vitjar hann aftur í Listastovuni – hesaferð við sínum egna setti í miðdeplinum. Her er eingin fjarstøða – bara tónleikur og nærvera.

Hetta verður ein av teimum konsertunum, sum fólk fara at tosa um langt aftaná, at hon er liðug.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder