Annað

Hannefía Augustinussen farin

Friggjakvøldið 15. mai 2026 andaðist okkara elskaða mamma, Johanne Sofie Augustinussen (vanliga nevnd Hannefía) (15/09/1938 – 15/05/2026), 87 ára gomul.

2026-06-14 12:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mamma var fødd og uppvaksin í Miðvági. Hon var dóttur Hjalmar og Jensiu Johansen á Tormansbakka. Hjalmar sjólatst við Nýggjaberg í mars 1942, so har sat Jensia einsamøll við einari 1 og einari 3 ára gamlari gentu. Tað var stór sorg hjá Sunnevu, mammuni hjá Jensiu, sum eisini bleiv einkja sum 27 ára gomul við einum lítlum barni og nummar tvey á veg, aftur at missa, ikki bara ein, men báðar versynirnar við Nýggjaberg, og at døturnar eins og hon skuldu vera einkjur á so ungum aldri. Men tær høvdu eina sera sterka gudstrúgv sum helt teimum uppi. Hvønn sunnudag varð farið í kirkju, í sunnudagsskúla og á møti.

Mammu dámdi væl at ganga í skúla. Sum 14 ára gomul fór hon til Sandavágs í húspláss hjá Zachariasi og Josefine Nielsen. Har var hon í 6 mánaðir. Eftir tað arbeiddi hon hálvttriðja ár í handlinum hjá Godfredi Joensen í Miðvági. Tað dámdi henni sera væl. Hon tænti síðani í Havn, áðrenn hon fór niður á Rødkilde Sygeplejeforskole á Møn í mai 1957. Tann 1. oktober 1957 byrjaði hon at læra til sjúkrasystur á Amtsygehuset í Haslev. 4 lærlingar vóru í hvørjum árgangi, og hon var á tí síðsta holdinum, sum blivu lidnar 30. september 1960. Í 1950 árunum var Haslev ein friðarligur býur fullur av ungum fólkum sum lærdi, eisini nógvum føroyingum. Ígjøgnum fleiri ár var Haslev kendur fyri Indri Missión, allar skúlarnar og prestin Bartholdy.

Komin heimaftur, arbeiddi hon á Pleygudeildini í Hoydølum og Dronning Alexandrine Hospitalinum í Havn, áðrenn hon á heysti í 1964 giftist til Sandavágs við pápa. Tey búsettust á Steig, og fingu 5 børn uppá 8 ½ ár: Dagmar, Hjalmar, Jensiu og tvíburðarnar Jónu og Bernhard. Tey høvdu eitt traditionelt arbeiðsbýti, sum var vanligt tá í tíðini. Mamma var heimagangandi í 16 ár, og tað angraði hon ikki. Hon bant og seymaði uppá okkum. Hon bant eisini eina skipstroyggju um vikuna, ein skipstroyggja gav tá í tíðini møguleika til býtishandil, so til bar at fáa eitt vanligt leygardagskeyp í handlinum.

Jørð var í húsinum, og pápa dámdi væl at bóndast og fáast við jørðina. Veturin 1965/66 fingu tey sær kúgv, og høvdu 2 kýr fram til 1983 tá hann mátti gevast vegna sjúka. Nógv fysiskt arbeiði stóðst av jørðini, nógv hoyggj mátti fáast til vega. Men teimum dámdi væl at arbeiða, og tá vit vóru nóg stór, hjálptu vit til. Vit høvdu eitt trygt og gott heim. Betri foreldur kundi ein ikki ynskt sær.

Mammu dámdi og dugdi væl at hugna um. Serliga dámdi henni jóltíðir, hon elskaði at sita við stearinljósum. Vit spældu eisini nógv, t. d. sjavs, kinaskák og rummikub. Hvørja viku var blaðið Familie Journalen keypt og krossorðagátur og sudoku loystar.

Hon fór inn á Ellis- og avlamisheimið í Vágum at arbeiða tá tvíburðarnir vóru 8 ár, og var har til hon fór frá vegna aldur í 2005. Henni dámdi væl at fáast við tey gomlu, og tey vóru glað og góð við hana.  

Mamma hevði sína gongd í kirkjuni og í meinigheitshúsinum. Hon var næstforkvinna í Sjómanskvinnuringinum í Sandavági í 25 ár.

Mammu dámdi væl at binda og hon dugdi væl at seta farvur saman. Serliga dámdi henni at fáa okkurt burtur úr restunum. Aftaná at hon var blivin pensionerað, bant hon eini 60-70 troyggjur um árið til Skandinavisk Barnamissión.

Mamma hoppaði ikki uppá alt tað nýggja. Vit høvdu í áravís biðið hana fingið sær ipad, uttan úrslit. Sum 78 ára gomul misti hon koyrikortið. Ein týskari, sum var á veg á flogvøllin rendi á hana og pápa, sum høvdu keypt inn í Miðvági. Tey blivu ikki skadd, men koyrikortið reyk. Tað førdi við sær, at mamma noyddist at fáa sær ipad. Hon fekk koyrikortið aftur við manér, og hon - og vit - fingu sera góða nyttu av ipaddinum tey síðstu árini. Vit plagdu at siga at ”hon skuldi langt síðani havt mist koyrikortið”.  

Hon var ein stór fyrimynd fyri okkum øll. Sera organisera, ordilig, disciplinera, gestablíð,  viljasterk sum fáur og eitt satt arbeiðsgrev. Hon var fyrikomandi, og dugdi sera væl við fólki. Hennara partur lá ongantíð eftir.

Mær dámdi sera væl at koma heim til mammu og pápa. Tað var ongantíð bara nakað sum eg skuldi gera, eg elskaði at vera í hennara selskapi, um tað var heima, á bingo, spældu rummikub, ella snakkaðu um familju og gamlar dagar. Mamma var ungdommilig og løtt at vera saman við, og hevði eitt sera gott minni.

Hóast krefturnar vóru byrjaðar at vikna so royndi hon altíð at útinna tað ymiska og samla okkum tá til bar.

Mamma átti 9 ommubørn og 4 langommubørn, nú hon fór um sýn.

Góða elskaða mamma, nú vart tú metta av døgum og klár at fara heim til Jesus pápa sum tú hevði sett títt álit á. Vit koma at sakna teg so nógv, men vit vita at tú ert farin heim í ein betri stað, sum tú gleddi teg til. 

Vit eiga nógv rík og góð minnir um teg.

Takk fyri alt tú vart fyri okkum.

Jensia

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder