2023-09-15 20:43

Eg havi viðgjørt støðuna aftur og aftur hesar seinastu mánaðirnar – bæði sjálv og saman við mínum nærmastu, saman við vinum og góðum ráðgevum.
Og luturin gjørdist tann, at eg formliga tók sæti á løgtingi aftur fyrradagin 13. september og fari í eitt longri farloyvi frá mínum starvi fyri at røkja tingsessin, sum mær lutaðist tann 22.desember í 2022.
Tað er ikki ein løtt støða fyri meg, tí eg síggi tað at arbeiða á Miðnámi á Kambsdali sum mítt lívsstarv. Tað er ein hjartasak.
Men umstøðurnar hava elvt til, at eg kenni tað sum mína skyldu at vera í løgtinginum nú.
Eg má drýpa høvur og gera orð Tróndar í Gøtu til míni egnu: “Sjái Guð hluta minn”.
Í allarstørstu virðing fyri mínum arbeiðsplássi, fyri starvsfeløgum, næmingum, fyri mínum veljarum, mínum floksfeløgum og fyri løgtinginum og mínum kæra móðurlandi ynski eg okkum øllum blíðan byr, hvør á síni kós.
Hanna Jensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald