Í samrøðuni greiðir hon millum annað frá síni starvsleið frá at sigla við Norrønu fyri 14 árum, deilarleiðari á Posta, síðani til Skansi Offshore sum starvsfólkaleiðari og nú at stjórna J & K Petersen. Eisini lýsir Anna, hvussu tað er at koma uttanífrá inn sum leiðari í eini føroyskari familjufyritøku.
Hóast nógv virksemi hevur verið í føroysku byggivinnuni, hava síðstu árini hjá J & K Petersen verið merkt av reyðum tølum á botnlinjuni. Við ársenda 2022 vóru sostatt bert slakar tíggju milliónir krónur eftir í bókaðari eginogn eftir tvey ár við sera stórum undirskotum. Undirskotini í 2021 og 2022 vóru tilsamans 56 milliónir krónur. Fyrra hálvár 2023 hevði J & K Petersen tó eitt avlop á 5 milliónir krónur, og Anna greiðir í samrøðuni eisini frá ætlanum felagsins framyvir.
Eisini spyr verturin Johnny í Grótinum inn til uppruna hennara, tí flótandi føroyska mál hennara avdúkar onki. Anna búði fyrstu 7 árini í Russlandi, tí pápin er russi, meðan mamman er úr Ukraina. Síðani vaks Anna upp í Svøríki, har hon eisini nam sær útbúgving innan altjóða handil. Í 2011 flutti Anna til Føroya, har hon síðani hevur búð saman við unnusta sínum Róa Kalsø.
Spurd um hon upplivir mun á mentan hennara og tí føroysku mentanini í sínum arbeiði og leiðslu, svarar hon játtandi.
"Ja, eg trúgvi, at eg til tíðir absolutt verið uppliva sum strævin og øgiliga krevjandi. Og eg hugsi, nei, hatta er bara professionalisma. So jú tað passar, tað kann vera eitt sindur trupult, tá man í Føroyum hevur eina eitt sindur meira avslappa tilgongd til tingini" greiðir Anna Kalsø frá í samrøðuni.
Sendingin verður endursýnd klokkan 20:30 í kvøld á Rás 1 í Televarpinum umvegis www.tv.fo, har sendingin eisini verður tøk at síggja saman við hinum 24 sendingunum í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald