Vinna

Hálvleikur í umdysti – Luitjen á odda

Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol í víggi. Luitjen hevur aftur vunnið á Høgna, og tikið leiðsluna í umdystinum. Men tað er mangur leikur í longum talvi.Myndamaður: Jóanis Albert Nielsen.

2024-03-30 17:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Suni Merkistein:
 
Teir eru komnir hálvan veg í FM-umdystinum í kviktalvi á Giljanesi. Allir tríggir hava nú telvað eina ferð hvør móti øðrum. Nú taka teir eitt tørn aftrat við øvugtum litum.

Higartil hava úrslitini verið:

Rógvi Egilstoft – Luitjen Akselsson Apol ½ – ½
Høgni Egilstoft Nielsen – Rógvi Egilstoft ½ – ½
Luitjen Akselsson Apol – Høgni Egilstoft 1 – 0

Støðan:
Luitjen 1½
Rógvi 1
Høgni ½

Nú verður hildið fram í hesari røð:

Luitjen – Rógvi
Rógvi – Høgni
Høgni – Luitjen

Stendur á jøvnum eftir hetta millum tveir ella tríggjar, verður hildið fram við snartelving

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder