Vinna

Hagstovan: Innflutningsvirðið minkað 1,6 milliardir krónur

Innflutt var fyri 11 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá mai 2023 til apríl 2024. Tað eru 1,6 millardir krónur, ella góð 12 prosent, minni enn undanfarna skeið.

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2024-06-18 10:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Innflutningurin fyri apríl er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá mai 2023 til apríl 2024 samanborið við undanfarna uppgerðarár.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 523 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 744 milliónum krónum ella 20,5 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.

Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24



mai – aprílmunur

2022-232023-24mió. kr.%





Tilsamans12.541,910.991,8-1.550,2-12,4
0 - Matvørur og livandi djór2.506,32.439,3-67,0-2,7
1 - Drykkjuvørur og tubbak140,6145,34,63,3
2 - Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni399,9366,6-33,3-8,3
3 - Brennievni og aðrar oljur2.271,61.748,3-523,3-23,0
4 - Djóra- og plantuoljur232,1170,1-62,1-26,7
5 - Evnafrøðiligt tilfar979,6957,4-22,1-2,3
6 - Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni1.372,01.343,8-28,2-2,1
7 - Maskinur, motorar, skip og akfør3.623,32.879,7-743,6-20,5
8 - Ymsar aðrar framleiddar vørur1.014,4941,0-73,4-7,2
9 - Vørur, ikki neyvari flokkaðar2,10,3-1,8-87,0






Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 733 milliónir krónur ella sløk 14 prosent. 

Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 201,8 milliónir krónur, ella 4,3 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini ein minking av flutningsvirksemi og líknandi til nýtslu í framleiðsluni. Bólkurin 'Vevnaður, klædnavørur, skógvar" er vaksin við 48,3 milliónum krónum. Hetta fevnir eitt nú um tilfar til trolframleiðslu.

Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum. 
 

Vøruinnflutningur skiftur á BEC nýtslubólkar

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24



mai – aprílmunur

2022-232023-24mió. kr.%





Tilsamans12.541,910.991,7-1.550,2-12,4
Endalig nýtsla5.411,34.677,9-733,3-13,6
Nýtsla í framleiðsluni4.641,34.439,5-201,8-4,3
Landbúnaður; skógbrúk; fiskivinna; matur; drekka; tubbak1.604,81.562,1-42,7-2,7
Námsvirki; grótbrot; reinsingarstøð; brennievni; evnindi; ravmagn; vatn; rusk viðgerð285,2257,4-27,8-9,7
Byggivirki; timbur; glas; grót; metal; bústaðir; eltól; húsbúni1.619,21.453,1-166,1-10,3
Vevnaður; klædnavørur; skógvar180,9229,248,326,7
Flutningstól og -tænastur; ferðing; posttænastur510,8458,1-52,7-10,3
KST; miðlar; teldur; handils- og fíggjartænastur67,263,3-3,9-5,8
Heilsa; heilivágur; útbúgving; mentan; ítróttur357,9399,341,411,6
Tað almenna; hervald og annað15,317,01,610,5
Fastar bruttoíløgur2.489,31.874,3-615,0-24,7







Uppsetanin av talvunum fyri innflutning og útflutning eru broyttar. Eitt nú kann bæði inn- og útflutningur veljast í øllum talvum. Somuleiðis kann bæði virði og nøgd veljast í øllum talvum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder