
Tvær kvinnur, sum liva mitt í brennideplinum í Ísrael, koma at greiða frá spentu og aktuellu støðuni í Ísrael og Miðeystri.
Lilach Ashtar er serfrøðingur í geopolitikki við landamørk Ísraels og hevur serliga vitan um yvirgangsfelagsskapir og islamska mentan. Hon var hernaðarleiðari við norðara landamark Ísraels undir Iron Swords-krígnum og hevur síðani havt leiðsluna fyri atsóknunum við Gaza-landamarkið.
Lilach og familjan búgva í einum samfelag við markið til Sýria. Hóast kríggj og støðugan lívsvanda, hava tey valt at vera verandi og halda fast við landið og heimið.
Talia Sapir arbeiðir fyri felagsskapin Karen Hayesod sum bleiv stovnaður í 1920. Talia arbeiðir við at integrera jødar, ið velja at flyta til Ísrael vegna stóra jødahatri, sum tók seg upp, tá Ísrael svaraði aftur eftir ræðuligu Hamas-terroratsóknina 7. oktober 2023. Jødar streyma, í stórum tali, til Ísrael í hesum døgum.
Tónleikur og sangur verður millum framløgurnar.
Aftaná verður prát og vit bjóða eisini kaffi, te og okkurt søtt undir góman.
Tulkað verður úr enskum til føroyskt.
Tað hevði glett okkum almikið at møtt nógvum føroyingum til tiltakið í kvøld.
Vit ynskja tær hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis.
Vegna
Vinafelagið Føroyar–Ísrael
Jákup S, Joensen, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald