Vinna

Hækkandi kostnaðarstøðið ávirkar elprísin

Høgi oljuprísurin, hækkandi rentustøðið og kostnaðarstøðið eru saman við komandi íløgum orsøk til hægri elprís komandi ár.

2022-12-16 12:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Eykaaðalfundurin hjá SEV hevur samtykt, at elprísurin hækkar 1. januar í 2023.


Hækkingin, sum ikki er tann sama fyri allar kundabólkar, er ávikavist 18 oyru, 22 oyru og 28 oyru fyri hvønn kilowatttíma, býtt á ávikavist miðal privatkundar, privat- og vinnukundar, sum liggja oman fyri 10.000 kwt, og ídnaðarkundar, sum eru umfataðir av serligu avsláttarskipanini.


Meðan elprísurin í Evropa er fleirfaldaður seinasta árið, og ávaringar um skamtanir á elorku hava ljóðað, so hevur elprísurin í Føroyum ligið fastur. Hetta hevur kunna latið seg gjørt, m.a. tí at SEV í stóran mun hevur prístryggjað oljuinnkeyp fyri at kunna halda ein støðugan elprís. Men tað ber ikki til at prístryggja allan oljukostnaðin, og tí eru útreiðslurnar til olju munandi hægri enn ætlað varð við ársbyrjan.


Seinast elprísurin hækkaði var í 2020, tá 5 oyru blivin løgd afturat prísinum. Seinastu 10 árini er elprísurin hækkaður við tilsamans 10 oyrum, sum svarar til 6,8%. Sama tíðarskeið er brúkaraprístalið hækkað 13,3% (pr. august 2022).


“Veruleikin er, at príshækkingin er neyðug”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV. “Men tá alt kemur til alt, er hetta ein lítil príshækking, sum ikki fer at ganga út yvir kappingarførið hjá Føroyum, og sum heldur ikki tyngir privatu húsarhaldini í stóran mun.”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder