Ítróttur

Haaland og Noreg bjóða av

FSF hevur gjørt avtalu við norska fótbóltssambandið, at Noreg og Føroyar møtast í venjingardysti á Ullevaal Stadion í Oslo hósdagin 16. november

Á Ullevaal Stadion í Oslo er pláss fyri umleið 28.000 áskoðarum - Mynd: visitoslo.no

Á Ullevaal Stadion í Oslo er pláss fyri umleið 28.000 áskoðarum - Mynd: visitoslo.no

2023-02-04 11:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Seinastu árini hevur A-landsliðið við monnum spælt tilsamans tíggju landsdytir um árið, og nú er tíggjundi dysturin í 2023 komin upp á pláss.

Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við NFF, norska fótbóltssambandið, at Noreg og Føroyar spæla venjingardyst á Ullevaal Stadion í Oslo hósdagin 16. november.

– Tað er altíð deiligt at fáa nakrar venjingardystir, og hesin dysturin verður góð fyrireiking til EM-undankappingardystin móti Albania, sum verður á útivølli fýra dagar seinni, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá manslandsliðnum.

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur fýra ferðir áður roynt seg ímóti Noregi – í tveimum venjingardystum, og í undankappingini til EM 2020 vóru Føroyar og Noreg í bólki saman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder