Vinna

H71 vann tryggan sigur á KÍF í 1. FM-finaludystinum

H71-KÍF 29-29 (13-10)

2022-04-03 21:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hóast kollfirðingar hingu í tað nógva av fyrra hálvleiki og fyrru helvt av seinna hálvleiki, var einki at gera, tá ið H71 setti endaspurtin inn og vann stórsigur.

1. FM-finala, menn:

H71-KÍF 29-29 (13-10)

Málskjúttar: H71: Óli Mittún 7, Pætur Thomsen 7, Peter Krogh 6, Pauli Mittún 4, Pætur Mikkjalsson 2, Janus Dam Djurhuus 1, Bogi Hansen 1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1

Málskjúttar KÍF: Jacob N Thomsen 1, Andrias Nielsen 2, Tony Weihe 2, Fríði Weihe 3, Hans E. Sigurbjørnsson 4, Niclas Selvig 3, Baldur Gislason 1 og Mortan N. Kristensen 3.

Onnur FM-finalan verður í Kollafirði mikukvøldið, og tað kann fyri tað vera annar dystur, tí ofta hava kollfirðingar roynst væl á heimavølli. KÍF kann óivað eisini spæla betur enn síðsta korterið av dystinum í dag, men tá fáa vit so at síggja, um tað er nóg mikið til at venda samlaða finaludystinum.


Kelda: H71.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder