Ítróttur

H71 kvinnurnar skulu til Ukraina í dag – fleiri lond biða sínar borgarar koma heim úr Ukraina

Kvinnurnar hjá H71 fóru í gjár úr Vágum við kós ímóti Keypmannahavn, og seinnapartin í gjár fór ferðalagið víðari til Polands og síðani skal ferðalagið víðari til Ukraina í dag.

2022-02-12 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Spenta støðan við markið millum Ukraina og Russland hevur havt við sær, at fleiri lond í gjár sendu eina fráboðan um, at borgarar í londunum skuldu fara úr Ukraina.

Millum londini eru USA, Danmark, Norra, Holland og Bretland.

In.fo skrivaði í gjár, at H71 bíðar eftir boðum úr hægri stað.

Dysturin verður spældur í Lviv, sum við sínum umleið 720.000 íbúgvum er størsti býurin har vesturi í Ukraina.

Fyrra fjórðingsfinalan í EHF Europa Cup millum HC Galychanka Lviv og H71 kann síggjast sunnudagin klokkan 12 á Youtube-rásini hjá ukrainska felagnum: TRÝST HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder