Vinna

H71-kvinnur føroyameistarar 2023

H71 vann í kvøld tepran sigur á Kyndli.dd

2023-05-06 23:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF.

H71-kvinnur hava verið heilt suvirenar í vetur. Tær kunnu nú rópa seg føroyameistarar og greipuvinnarar eftir tríggjar finalusigrar á Kyndli í SMS-kappingini.
H71 vann í kvøld ein tepran 25-24 á Kyndli og harvið hava tær nú vunnið best av 5 finalum við 3-0. Úrslitini vóru:
29.04.23 H71 – Kyndil 34-25
03.05.23 Kyndil – H71 27-32
06.05.23 H71 – Kyndil 25-24
H71 kvinnur vunnu undan kappingarbyrjan Lionsbikarið, í februar Faxe Kondi kappingina og nú føroyameistaraheitið. Hartil kom liðið eisini í áttandapartfinaluna í European Cup. H71 kvinnur mistu bert eitt stig í landskappingini og tað var í javnleikinum móti Kyndli. Í Faxe Kondi kappingini var H71 fyri einum eitt-máls tapi í seinnu hálvfinaluni móti Neistanum, men komu tær tá allíkavæl víðari í finaluna. Tær vunnið allar aðrar dystir og hava sostatt havt eitt framúr kappingarár.
Hjartaliga tillukku H71!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder