Mentan

Gulu skótarnir fingið stuðul

– Pengarnar fara nokk til ábøtur á húsið við Havnará og smáttuna við Leynavatn, og so verður okkurt brúkt til at bøta um umstøðurnar hjá limunum til útgerð og tiltøk.

Eirikur Lützen, skótaleiðari í Skótafylki Sigmunds Brestissonar, tók ímóti teimum 30.000 krónunum, ið Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, handaði skótunum.

Eirikur Lützen, skótaleiðari í Skótafylki Sigmunds Brestissonar, tók ímóti teimum 30.000 krónunum, ið Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, handaði skótunum.

2023-02-17 21:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Lions Club Tórshavn:

Gulu skótarnir fingið stuðul

Tað kemur væl við hjá okkum at fáa 30.000 krónur frá Lions Club Tórshavn, og serliga kemur hetta at gera raksturin hjá okkum munandi lættari, sigur Eirikur Lützen, skótaleiðari í Skótafylki Sigmunds Brestissonar, sum er elsta skótalið í landinum.

– Pengarnar fara nokk til ábøtur á húsið við Havnará og smáttuna við Leynavatn, og so verður okkurt brúkt til at bøta um umstøðurnar hjá limunum til útgerð og tiltøk.

Tilsamans telur skótaliðið umleið 130 limir í aldri frá seks til 95 ár, sum eru einir 50 úlvar, 25 skótar, einir 30 eitt sindur eldri skótar og so umleið 30 pensjónistar. Har eru fýra vaksnir leiðarar og so seks yngri leiðarar, ið hjálpa til.

Pengarnir muna væl
– At okkara virksemi verður lívgað við hesum krónunum munar eisini væl, tí størsta inntøkan hjá okkum, sum hevur verið ballónsøla á ólavsøku, hevur verið svikalig hesi seinnu árini, sigur Eirikur Lützen, ið sjálvur vegna Skótafylki Sigmunds Brestissonar tók ímóti pengunum.

– Fyri trimum árum síðani vóru vit teir einastu, ið seldu ballónir á ólavsøku, men tá høvdu vit keypt ov fáar, so vit kundu selt nógv meira. Síðani gjørdi koronufarsóttin sítt til, at vit ikki seldu tað stóra, og í fjør vóru ikki færri enn átta, sum seldu ballónir, so tá vóru ov nógv um boðið og tí ikki tann stóra sølan, vit vildu ynskt.

Handanin fór enntá fram á sjálvum føðingardegnum hjá “gulu skótunum”, sum teir eisini verða róptir, tí Skótafylki Sigmunds Brestissonar varð sett á stovn á kyndilsmessu í 1926 og fylti sostatt 97 ár henda dagin.

– Tað er okkum ein gleði at kunna stuðla skótaarbeiðinum. Skótalívið byggir á sjálvboðið og ósjálvsøkið arbeiði millum fyrst og fremst børn og ung, og tí vilja vit vera við til at rætta eina lívgandi hond, segði Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, tá ið hann handaði pengarnar, ið vóru ágóðin frá advents- og jólatiltakinum, sum var í Plantasjuni í Havn fyrsta sunnudag í advent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder