Kappingin var hildin í Sportcenter Atlas í Slagelse, og tað vóru ikki minni
enn 82 lyftarar í alt, sum luttóku. Luttakarirnir frá Stoyt vóru Asta Egilstoft
Nielsen, Julia Jacobsen, Mortan Á Bøgarði, og Sofus Bech.
Asta var tann fyrsta sum kom á pallin at royna seg, og legði út við 49kg í
trekk. Eftir sína fyrstu góðkendu roynd økti hon trekk til 52kg, og í síðstu
royndini bleiv 54kg eisini blakað upp um høvd. Í stoyt legði Asta út við
64kg, síðani 67kg, og tann seinasta royndin á 70kg, var avgerðandi um tað
kom eitt gull, ella silvur heiðursmerki um hálsin. Men líka sum Asta
megnaði 70kg til landskappingina í Íslandi farna vikuskiftið, megnaði hon
eisini at fáa 70kg upp um høvd hesaferð, og fekk gullheiðursmerkið um
hálsin.
Næst á pallinum var Julia Jacobsen. Julia hevur fyrr megnað at fingið 60kg
í trekk, og 70kg í stoyt. Til hesa kappingina byrjaði hon á 54kg, síðani
57kg og kláraði aftur at fáa 60kg góðtikið. Í stoyt byrjaði Julia á 65kg, til tí
seinnu royndina fór hon, eftir sínum egna besta úrslitið í stoyt á 70kg, og
fyri at hon skuldi fáa eitt heiðursmerki, var tað neyðugt at økja við 6kg.
Hetta lyftið var eitt persónligt met við 6kg. Julia gjørdi tað sum skuldi til,
og fekk 76kg at síggja lætt út, og tískil kom eitt bronsu heiðursmerkið
heim við.
Hjá monninum var Mortan fyrstur. Mortan legði hart út í trekk við 75kg,
síðani 80kg, og til síðst slóð hann persónligt met við 85kg. Í stoyt helt
Mortan fram við tí góða stílinum, og valdi at seta sær eftir, at fáa 6 út av 6
lyftum góðkend samstundis, sum hann skuldi fáa enn eitt persónligt met.
Sum við trekkinum, so byrjaði hann sikkurt á 104kg, síðani 108kg, og til
síðst, sum lova, fekk Mortan eisini 112kg upp um høvd. Persónlig met í
trekk, stoyt og í tvídyst. Sera flott úrslit.
Síðstur at royna seg var Sofus, ið ikki er ókendur á pallinum. Málið hjá
Sofus var, at kvalifisera seg til tað danska meistaraheitið við fyrstu roynd í
trekk, og fyrstu roynd í stoyt. Hann legði út við 100kg í trekk, sum hann
nemt fekk upp um høvd. Við smáari tekniskari villu misti hann sína seinnu
roynd á 105kg, men valdi tó at lyfta 106kg, sum síðstu roynd í trekk. Í
stoyt var 130kg fyrsta royndin, sum fullførdi málið hjá Sofus um at
kvalifisera seg til DM. Næsta royndin, á 136kg kom eisini lættliga upp um
høvd. Í tí seinastu royndini kom 142kg á stongina, 1kg omanfyri hansara
besta stoyt. Sofus fekk stongina á herðarnar, men megnar akkurát ikki at
fáa hana víðari upp um høvd. Við tvídystinum á 242kg fekk Sofus eitt flott
annað pláss, og silvur heiðursmerkið um hálsin.
Ein sera góð kapping við nógvum góðum lyftum, og ikki minst sera
góðum úrslitum til okkara lyftarar.
Næsta kapping á skráð er føroya meistaraheitið tann 25. februar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald