Mentan

Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjógv

Nú Sunnudagin 03. august kl. 16.00 verður serstaka konsertin og guðstænastan í gjónni við Gjógv.

2025-08-02 20:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir at hava verið hildið nakrar fáar ferðir, er hetta longu vorðin ein árlig siðvenja, sum savnar væl af fólki hvørt ár, og er eitt sera gott høvið til at njóta eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni.

Derhard Jógvanson verður prestur, og um viðrar, verður leita aftur til søguna, við at skjútsa inn á gjónna, sum eitt minnið yvir gomlu skjúts-pligtina, sum lá á nógvum bygdum í Føroym í gomlum døgum.  Hendan pligt, áðrenn motorarnir komu til landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí.    Ofta í ivaveðri.

Tónleikur verður ikki spardur uppá  - har Eiðis Ljómfelag leggur fyri, undir leiðslu av Oddur Magnusson Hentze.     

Urguleikari verður Ari Hammer Joensen.                                

Tórshavnar Mannskór, fer at syngja undir leiðslu av Hera Eysturlíð og Sámal Matras Kristiansen.

Eisini fer Tóra Vestegaard at ríka løtuna við solosangi, saman við gittarleikaranum Ragnar Olsen.

Fyrireikararnir gleða seg til enn einaferð at bjóða fólki til at njóta løtuna í stórbaru náttúruni.   Kaffimuður verður aftaná.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder