Mentan

Gudstænasta og konsert í gjónni við Gjógv

.

2024-08-08 18:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Sunnudagin 11. august kl. 15.00 verður aftur høvi at njóta serstøku upplivingina at vera til gudstænastu og konsert í gjónni við Gjógv. Útigudstænastan í gjónni er nú eitt árligt tiltak, sum hevur stóra undirtøku hvørt ár.

Marjun Lómaklett verður prestur, og viðrar verður hon skjútsa  inn í Gjónna, meðan kirkjuklokkan ringir.

Tónleikur verdur nógvur  - Eidis Ljómfelag v/ fleiri, undir leiðslu av Agnar Lamhauge, spælur inngangslagið og spælir undir til felagssálmarnar, og til seinast eisini. 
Havnarkórið, undir leiðslu av Leif Hansen, fer at syngja, og sum endalag framføra tey vakra “Wie liblich sind deine Wohnungen, Herr Zebaot” úr Ein deutshes Requiem av Johannes Brahms, har Jonhard Eliasen hevur krevjandi klaver fylgispælið. 

Eisini fer Janus Trygvason at framføra “Boðar tú til allar tjóðir”, so nógv verður at gleða seg til.

Fyrireikararnir gleða seg til enn einaferð at bjóða fólki til at njóta løtuna í stórbaru náttúruni. Kaffimuður verdur aftaná.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder