2023-12-01 11:00
Dýrdargudfrøðin lærir, at trupulleikar og mótburðir raka ikki menniskum, sum eru nóg trúgvandi. Slíkt er ikki bíbilsk læra. Eins væl og Paulus kundi tosa um trongdir og eisini upplivdi tær, uppliva mong trúgvandi menniskju roynslur, sum sjúku, sorg, fíggjarlig tap, mótstøðu, forfylging og annað.
Roynslur raka okkum ikki, tí Guð vil okkum nakað ilt, men hann loyvir, at hetta verður lagt inn á okkara veg fyri har ígjøgnum at draga okkum nærri at sær – Hann, ið er Guð allar troystar.
Ein hevur sagt tað soleiðis, at roynslur kunnu føra okkum til fýra ymisk lond.
1. til eitt oyði land – tað er staðið hagar vit flýggja frá mótgongd og trupulleikum.
2. til eitt vónloysisland – tað er har, ið vit ongan útveg síggja.
3. til beiskleikansland – tað er har, ið ónøgdin eitrar okkara sinni.
4. til eitt betri land – tað er har, ið vit læra at bera okkara roynslur á ein slíkan hátt, at tær verður til signing fyri onnur.
Ein kvinna kom einaferð til ein eldri vísmann og gramdi seg um missin av einasta syni sínum. Vísmaðurin segði við hana: ”Eg kann gott hjálpa tær, men bara við einari treyt, og hon er, at tú kemur aftur til mín við einum sinnopsfræ, sum tú hevur fingið í einum heimi, ið ongantíð hevur verið rakt av roynslum.”
Kvinnan gekk frá heimi til heim, men líkamikið hvar hon kom á gátt, hevði heimi, hon vitjaði, onkuntíð verið rakt av sorg ella øðrum roynslum. Tá ið hon umsíður kom aftur til vísmannin, segði hon: ”Sum eg tó havi verið sjálvsøkin; nú síggi eg, at sorg og roynslur er nakað, ið rakar øll menniskju.” Til hetta svaraði vísmaðurin: ” Tú hevur lært nakað virðismikið og harvið ognað tær eitt ríkidømi av vísdómi, ið ikki bara hevur lætt um tína egnu sorg, men eisini gjørt tað møguligt at tú kann hjálpa øðrum.”
Ta troyst, Guð uggar okkum við í truplum tíðum, skulu vit ikki hava fyri okkum sjálv, men vit skulu deila hana við onnur, ið tørva ugga.
John Myllhamar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald